Sjoppa í egnum skápi verkstova
27. oktober 2026 kl. 20.00–21.00 á Endurnýtslu-fagnaðinum í Skála Skúla
Í hesi verkstovuni fert tú at hugsa um tíni egnu klæðir og tínar keypsvanar. Við støði í fyrilestrinum um klædnaídnaðin og umhvørvisávirkanina fara vit at hyggja nærri at, hvat tú longu eigur, hvat tú brúkar, og hvat tær veruliga tørvar.
Tú fært eitt arbeiðsark, har tú kannar títt egna klæðaskáp. Tú skalt hugsa um, hvørji klæðir tú brúkar mest, hvat tú eigur ov nógv av, og um tað er nakað, tær manglar.
Vit tosa síðani í bólkum um, hvussu vit kunnu brúka klæðini, vit longu eiga, meira og á ymiskan hátt.
Endamálið er, at tú fert frá verkstovuni við nýggjum tankum um, hvussu tú kanst brúka tað, tú longu eigur, í staðin fyri altíð at keypa nýtt.
Tíð: 20.00–21.00
Innihald: Fyrilestur, arbeiðsark, bólkaprát og felags hugleiðing.
Endamál: At geva tær hugskot og tilvit um, hvussu tú kanst brúka, endurnýta og fáa meira burtur úr teimum klæðum, tú longu eigur.



