Fyrilestur í Hósvík 26. mars 2022
Skapandi tilgongdin hevur hugtikið meg alt tað eg kann minnast. Eg lærdi at binda áðrenn eg fór í skúla, eg lædi tiðilga at seyma. Sum barn gekk eg nærum bara í heimagjørdu klæðum. Mamma seymaði, bandt og heklaði uppá okkum 3 syskin og gjørdi nógv til sín sjálvs. Tað var hennara frítíðarítriv, hon arbeiddi fulla tíð sum sjúkrasystir.
Báar ommurnar gjørdu somuleiðis nógv hondarbeiðið, omma í Havn bant, nappaði ull, sum hon sendi til spinning, garvaði skinn, rotaði roð og seymaði rotuskógvar. Sum barn og ung átti eg altíð rotuskógvar og skipstroyggju frá ommu í Havn. Omma í Fuglafirði seymaði, bant, heklaði og broderaði, frá henni fingu vit eisin heimagjørd klæðir. Abbi í Fuglafirði var ortupediskur skómakari, hann hevði verkstað í hjallarnum, har dámdi mær væl at verða og eygleiða og onkuntíð sleppa at hjálpa.
Eg veit ikki rættuliga hví tað bleiv endurnýtsla, nýnýtsla og leivdir sum gjørdis mítt hvørustema í allari mínari skapandi tilgongd. Men eg haldi tað eisini hongur saman við mínum barnaárum. Eg minnist at mamma oftani rak okkurt bundið ella hekla plagg uppaftur, tí hon skuldi brúka tógvið umaftur, til okkurt annað. Eg var hugtikin av rukunum á tí upprekta tógvnum og minnist sera væl, at mamma vaskaði hesi rukkutu noðuni og legði tey at turka, onkuntíð í bakarovninum.
Eg minnist eisini væl, at mamma og omma sprettu klæðir upp, sum ikki blivu brúkt tí tey vóru ov lítil ella møguliga farin av móta. Tey blivu seymaði um til onnur klæðir. Mamma goymir enn onkur uppsprett pløgg, sum liggja klár at seyma burturút, um onkur hevur tørv á tí. Eg fari oftani til hennara at leita fyrst, tá eg hava okkurt eg skal seyma.
Eg var so heppin, at eg fekk starv á Føroyar Fólkaháskúla stutt aftaná, at eg var liðug sum Hondarbeiðslærari. Har undirvísti eg í nærum 30 ár serliga í skapandi lærugreinum. Arbeiði sum háskúlalærari var ein íblástur í sær sjálvum. Bara tað at verða saman við ungu fólkum, gevur íblástur – tí tey hava pulsin á tí sum er upp í tíðini.
Eg havi saman við næmingum á Háskúlanum roynt og lært nógv nýtt. Eitt sum eg minnist serliga væl er ein vitjan her í Hósvík. Tað var á tá nýggja skáturvirkinum – minnist meg rætt, var tað í 1999. Vit blivu víst rund á virkinum og slupp at síggja, hvussu ein kúgv bleiv slakta.
Frammanunda vitjanini hvødu vit tosa um, hvussu sápa verður framleidd. Tað var uppi í tíðini, at gera ella rættari stoypa sápu. Henda sápa var framleidd til “hobby” t.v.s tú keypti pulvur ella blokkar av gjøgnuskygdari sápu, sum tú kundi smelta um, litað og koyra í formar, so hevði tú heimagjørda sápu.
Vit høvdu funni útav, at sápa kann framleiðast av neytatálg og nú vit sóðu alla hesa tálgina, sum skuldi brennast, var upplagt at biða um tálg. So vit fóru heimaftur við einari stóruari balju av nýggjari neytatálg.
Nú var bara eitt at gera, at finna útav hvussu vit skuldu gera. Tað endaði við, at eg lærdi meg at gera sápu úr neytatálg. Eg var so heppin, at fáa onlie sambandi við eina norska kvinnu, sum lærdi meg at gera sápu uppskriftir at og framleiða sápur. Hetta var byrjanin til, at eg fór at menna sápuuppskriftir. Seinastu nógvu árini havi eg framleitt sápur út seyðatálg, sum annars hevði fari burtur. Eg havi undirvíst á Háskúlanum og aðrastani í at gera sápu, í løtuni menni eg online skeið í at gera sápu.
Eg kann so nevna, at vit eisni gjørdu ljós at brenna úti, úr tálg og tær seinastu restirnar gjørdu vit til fuglafóður.
Eitt ári var eg gestalærari á einum norskum Háskúla, har lærdi eg at stoyta kertur ella stearin ljós. Tað vitanina tók eg við heimaftur og høvdu vit á Háskúlanum ein árligan ljósadag, har vit gjørdu okkara egnu kerutljós.
Tá eg fór at arbeiða á Dugna, fór eg saman við starvsfeløgum undir at gera ljós úr kertustubbum, sum komu inni har. Tað hevur nú ment seg til, at vit hava gjørt eitt stearinverkstað, sum framleiðir ljós úr leivdum. Eg kann nevna at Dugni framleiddi umleið 1000 ljós til Amnesty í fjør umfram eini 150 kalendararljós sum blivin rivin burtur, tá vit settu tey til sølu.
Sum eg segði í byrjanini, lærdi eg at seyma sum barn. Tá var tað við mammusa seymimaskinu, mína fyrstu seymimasknu keypti eg sum 18 ár gomul, við henni seymaði eg klæðir til mín sjálvs og dóttir mína og maskinan flygdi við tá eg fór á Hondarbeiðsseminarium Eg havi síðani altíð haft mítt egna seymirúm, har maskinan og nú maskinurnar standa frammi, so eg altíð kann seta meg at seyma.
Eitt av mínum fakum á Hondarbeiðsseminarium var leðurseyming, tað dámd mær sera væl. Men tá eg so flutti heim, var ikki so lætt at skaffa leður, tað skuldi bíleggjast úr Danmark og tá tað so kom til Føroyar, var tað sera kostnaðarmykið. Tí byrjaði eg at seyma úr gomlum leðurjakkum, frakkum og tað eg annars fekk fatur á. Tá var ikki so vanligt við endurnýtsluhandlum sum tað er í dag. Í Havn var bara Blákrossbúðin sum seldi endurnýtsluklæðir. Men eg fekk oftani leðurklæðir frá fólki. Eg seymaði nógvar leðurtaskur og tað bleiv til, at eg fór at seyma fyri fólk. Tey komu til mín við onkrum leðurplaggi , sum eg so seymaði um til taksur. Hetta var kanska byrjanin til, at eg fór at skaffa leður av øllum slag og nú eigi alt ov nógv leður á mínari tilfarsgoymslu.
Nú eg nevni tilfarsgoymslu, so má eg viðganga, at eg havi eina stóra goymslu, sum eg havi samla í nógv ár.
Eg eigi nógv:
- leður jakkar, sofur, frakkar
- seingjarklæðir
- kovboybuksur
- dúkar
- tálg
- toy
- knappar
- skjúrtur
- troyggjur
- trá
- bøkur
- stokkar
- heklinálir
- nálir
- liting
- máling
- tógv
- seymimaskinur
- saksar
- knívar
- tjøld
- og tað besta av øllum, eg eigi mítt egna rúm – mítt seymikamar ella arbeiðsrúm !!!! so havi eg ovastaloft, sum er mín, møguliga alt ov stóra goymsla + úthús og eina frystiboks fyri meg sjálva, har sleppur eingin matur í.
Nógv av tilfarinum havi eg keypa á loppumarknaðum, í endurnýtsluhandlum, á Facebook, arva frá onkrum ella eg havi fingið tað frá onkrum.
Eg má siga, at fólk eru ótrúliga gávumild tá tað kemur til tilfar, tey fegin vilja av við – og tað njóti eg ofta gott av 🙂
Eg eigi nokk so nógv seingjarklæðir, sum eg ikki brúki til seingjarklæðir. Tað mesta er úr bummull í góðari góðsku, okkurt er silki, og okkurt flonell, okkurt við hondbroderaðum monogrammi á ella heklaðum bordum á. Okkurt er holut, bøtt, plettut, misslitt, slitið, summi eru ov stutt til dýnurnar í dag. Nógv eru hvít, onnur mynstrut, onkur stríput gul, ljósarey og ljósablá, okkurt er stórblomstrut okkurt jaguarvovið okkurt heimalitað, okkurt við prenti á, ja eg kundi blivi við at tosa um, hvussu mítt tilfar sær út…
Eg kenni søguna hjá hvørjum einasta eina. Minnist hvar eg havi keypt tað ella fingið tað, hvat eg hugsaði tá eg keypti tað ella fekk tað. Nógv er umseyma til tað eg ætlaði at brúka tað til, onnur blivu ikki til tað eg ætlaði, men vónandi blíva tey til okkurt annað. Seinastu tíðina havi eg brúka av mínum hvítu seingjarklæðum, eitt dýnubetrekk er við at blíva til ein konfirmantiónskjóla. Verkætlanin við kjólanum hevur verið ávegis í umleið 1,5 ár. Tað er ommudótturin sum skal konfirmerast 10. apríl, hon hevur sjálv sniðgivið og seyma kjólan, mín uppgáva hevur verið at lofta hennara hugskotum, at konstruera og sjávandi at finna toy, vaska og strúka tað.
Dýnubetrekki er hvítt, jacquard vovið t.v.s. mynstri er vovið í toynum, kjólin er um at verð liðugur.
Eg arbeiði ¾ tíð á Dugna. Eg byrjaði á teldustovuni sum nú er blivin til ein kreativur verkstaður, við seymimaskinum og teldum. Seymimskinurnar eru endurnýtslumaskinur og tað sama er við toynum alt er endurnytsla. Í løtuni seyma vit Láninet til Á handlanar og barnataskur til nýføðingar. Vit eru eisini ígongd við nýggjar verkætlanir, sum eg tó ikki fari at avdúka enn 🙂
Í 2010 stovanði eg einstaklingafyritøkuna Elinsa. Tá var eg byrja at selja burðardyggar hondgjørdar vørur og skeið, tí var neyðugt at hava v-tal og mvg skrásett. Seinri havi eg stovna nethandilin www.elinsa.fo sum selur hondgjørdar endurnýtslu og nýnýtslu vørur, tær flestu havi eg sjálv framleitt úr endurnýtdrnýtslutilfari.
Fyri at venda aftur til íblásturin og kveikingna so má eg siga, at tað er tilfari sum gevur mær íblástur. Sjálvandi er tað onkuntíð umvent, men oftast byrjar skapandi tilgongdin tá eg standi við einhvørjum tilfari í hondini. Tað kann verða liturin, tað kann verða bindingin, mynstri, formurin, tjúktin, lukturin ella okkurt heilt annað, sum gevur mær íblástur og fær meg í gongd. Eg handli oftani spontant, so um eg fái eitt hugskot, ja so má eg royna tað beinanvegin, so geri eg eitt útkast, sum so gott kann liggja leingi, onkuntíð í áravís, áðrenn eg vendi aftur og geri tað liðugt ella broyti til okkurt heilt annað.
Eg fái eisini íblástur frá øðrum, ein sera góð kelda er íverksetarabólkruin, sum eg eri partu av. Vit eru nakrar kvinnur, við hvør sínum áhugamálum, sum javnan hittast at sparra og stuðla hvørjar aðari í tilgongdunum hjá hvørjari aðrari. Fyri meg er bólkurin gull verdur
Eg gjørdist tíðliga aktiv í politikki, har fekk og fái eg framvegis íblástur til mína skapandi tilgong. Tað eru umhvørvismálini sum hava fylgt nógv í míni politiska arbeiðið. Tí fellur mær lætt, at arbeiða við endurnýtslu, nýnýttslu og at brúka av tí tilfeini sum longu er framleitt.
Beint nú eri eg ígongi við fleir skapandi uppgávur, sum skulu gerast lidanr um stutt tíð.
Eg havi nevnt konfirmantiónskjólan, sum helst skal gerast liðugur í komandi viku, Lóa skal í hann 10 apríl.
Eg eri næstan liðug, at gera pennahúsar fyri IRF. pennahúsini eru 100 % endur og nýnýtsla, tey verða seymaði burturút kovboybuksum, leðurjakkum og øðrum leivdum, snærlásini eru m.a. úr tjøldum frá Gfestivalinum 2016.
So eru tað hotelsápur til Hotel Føroyar, sum eg royni at hava á goymsluni allatíðina.
Somuleiðis royni eg allatíðin at hava bipakning, sápur, sjampo, kaffifiltur, lappar og onkrar aðrar standard vørur hjá elinsa á goymsluni.
Seinast í apríl pakki eg hópin av tilfari í bilin og fari suður til Sands í 3 dagar, at undirvísa á grøna Háskulanum í burðardyggari seyming.
Í morgun avluverðaði eg 100 tálgaljós, sum eg havi gjørt, niður í gamlar koppar, gløs, krukkur og konservisblikk. Ljósini fara at lýsa á gøtuni niðan á Kongavarða í kvøld, til tiltakið Earth Hour hjá Tórshavna Kommuni.
Til seinast fari eg at takka mínum formøðrum og abba og ynskja tykkum ein góðan og kreativan dag.
