Privatpolitikkur og cookies

FyritĆøka

Elinsa viư Elin Lindenskov

heimasƭưa: elinsa.fo

teldupostadressa: [email protected]

Hvørjar persónligar upplýsingar savna vit og hví?

Viưmerkingar
TĆ” vitjandi skriva eina viưmerking Ć” [email protected], goyma vit dĆ”turnar, iư tĆŗ skrivar. Eisini verưur IP-adressan, iư tĆŗ skrivar frĆ”, goymd. Hetta er fyri at verja heimasƭưuna Ć­móti spam.

Ein duldur strongur frĆ” tĆ­ni teldupostadressu, iư eisini nevnist eitt ā€˜hash’, verưur sendur Gravatar-tƦnastuni til tess at kanna, um tĆŗ nýtir hesu tƦnastu. Privatpolitikkurin hjĆ” Gravatar finnur tĆŗ her: https://automattic.com/privacy/. TĆ” iư tĆ­n viưmerking er góðkend, verưur tĆ­n Gravatarmynd sjónlig saman viư tĆ­ni viưmerking.

Miưlar
Um tú sendir okkum myndir, er best um tú strikar (EXIF GPS)-dÔturnar, ið liggja í myndini. Ferðandi Ô alnótini hava møguleika at taka fílur niður og kunnu tÔ síggja, hvar tú ert, út frÔ EXIF GPS-dÔtunum.

Samband
Sendir tĆŗ okkum boư frĆ” heimasƭưuni, goyma vit upplýsingarnar, iư tĆŗ skrivar: Teldupostadressu, navn og boư tĆ­ni. Um tĆŗ ynskir, at vit strika tĆ­nar upplýsingar og/ella viưmerkingar, skriva tĆ” vinarliga til okkum Ć” [email protected] Eisini goyma vit upplýsingar um bĆ­legging og viưmerkingar tĆ­nar. Hettar er fyri at avgreiưa tĆ­ni keyp.

Cookies
Cookies eru tekstfílur, ið verða goymdar Ô telduni. Hetta er fyri at gera tað lættari og skjótari hjÔ vitjandi at nýta síðuna. Um tú t.d. skrivar eina viðmerking Ô heimasíðuni, kanst tú velja at goyma tína teldupostadressu og navn. Sostatt sleppur tú frÔ at skriva alt av nýggjum, hvørja ferð tú skrivar eina viðmerking. Um tú ikki strikar cookies í kaga tínum, verða tær goymdar í 1 Ôr.

Innihald frÔ øðrum heimasíðum
Greinar Ć” elinsa.fo innihalda mĆøguliga video, myndir og leinkjur til aưrar heimasƭưur. Hesar heimasƭưur nýta egnar cookies og kanna mĆøguliga eisini tĆ­na nýtslu av heimasƭưu teirra. Um tĆŗ trýstir Ć” eina leinkju til aưra heimasƭưu, umsitur [email protected] ikki innihaldiư ella heimasƭưuna, tĆŗ vitjar.

Analytics
Vit nýta Google Analytics og aðrar tænastur frÔ Google. Hetta til tess at menna heimasíðuna.

Hvønn deila vit upplýsingar við?

Vit taka trygdaravrit av heimasíðu okkara. Hesi trygdaravrit verða deild við heimasidur.fo. Trygdaravritini verða tó strikað javnan.

Hvussu leingi goyma vit persónligar upplýsingar?
Um tĆŗ skrivar eina viưmerking, verưur hon goymd Ć­ óavmarkaưa tƭư.  Hetta verưur gjĆørt, so tĆŗ kanst dagfĆøra og stovna nýggjar viưmerkingar automatiskt.

Hvørji rættindi hevur tú í mun til tínar persónligu upplýsingar?
Um tú hevur skrivað eina viðmerking ella sent okkum annað tilfar, ið tú ynskir strikað, kanst tú senda okkum ein teldupost og biða um at fÔa tilfarið sent aftur til tín ella strikað.

Hvar senda vit tƭnar dƔtur?
Vit nýta recaptcha-funkuna fyri at verja heimasíðuna ímóti spam.

Hvat gera vit fyri at tryggja tínar persónligu upplýsingar?
Okkara heimasƭưa er vard viư einum SSL-certifikati og Firewall.

Automatiskar avgerưir og profilering

Elinsa er ein Ôbyrgdarfull fyritøka og tekur ongar automatiskar avgerðir tína vegna og selir ikki tínar persónligu upplýsingar til triðja part.