Frátiknar sápur í hondseymaðum í posa

150.00kr.

Availability: 6 á goymslu

Bólkur: Tags: ,

Posin er gjørdur úr leivdum frá seymistovuni hjá Elinsa. Í posanum eru umleið 300 g. av Elinsa hondgjørdu sápu. Allar sápurnar eru frátiknar, tí skapið, liturin, angin ella okkurt annað ikki bleiv sum ætlað, og tí velji eg at selja tær nógv bíligari.

Sápurnar í posanum eru ymiskar til stødda og av ymikum slagi, tó kunna allar brúkast at vaska við.

Tú kann brúka frátiknu sápurnar at vaska næstan alt í. Vaska penslar, vaska hendur, vask upp, vaska gólv, vaska vesi. Ja tú kann brúka sápurnar til at vaska næstan alt við. Tó viðmæli eg ikki at brúka hongjørda tálgasápu í uppvaskimaskinuni og heldur ikki í vaskimaskinuni. Hondgjørd tálgasápa er ógvulig feit, og tí kann hon skaða vaskimaskinurnar. Somuleiðis mæli eg til ikki at brúka frátiknu sápuna til at vask hár í.

Afturmeldingar frá kundum er at sápurnar eru góðar at vaska penslar í og sera góðar fyri hendurnar.

 

Til ber at fylla í aftur posan, tá eg havi frátiknar sápur á goymslu.

 

 

Scroll to Top