Hondgjørd sápa

95.00kr.

Elin Lindenskov:

Eg havi drúgvar royndir við hondgjørdum sápum.

Eg havi síðani ár 2000 framleitt og undirvíst í at gera sápu. Eisini havi eg arbeitt nógv við tálg, bæði av seyði og neytum til sápuframleiðslu og annað.

Eg havi sjálv ment allar uppskriftir, sum eg brúki í mínari sápuframleiðslu, eins og eg havi ment uppskriftina, sum eg brúkt, tá eg undirvísi í at gera sápu.

Handgjørd sápa inniheldur náttúruligt glyserin. Glyserin ger, at vit varðveita vætuna í húðini. Umframt at verða sera gott fyri húðina, er glyserin sera gott til plettreinsan. Gníggja sápuna í plettin, lat liggja einar 12 tímar, vaska í vanligu vaski. Um tað ikki riggar fyrstu ferð, royn umaftur. Tað plagar at rigga 🙂

Tá eg menni uppskriftirnar til sápuna, hugsi eg nóg um, hvat sápan skal brúkast til. Fyrsta sápan, eg gjørdi, var vanlig hondsápa. Ta sápuna geri eg mest av, tí hon kann brúkast til næstan alt – kroppin, hendurnar, barbersápu, plettreinsan og so framvegis. Eg mæli frá, at brúka hana til hárið, tí hon kann turka hárið ov nógv.

Seyðatálg er høvuðstilfarið í mínum sápum, sum eg blandi við plantuoljum og eteriskum oljum. Tað er innihaldið og samansetingin av tálg, oljum og øðrum evnum, sum gera sápuna til tað, hon er.

Fyri meg hevur umhvørvið og at fara væl um umhvørvið altíð haft stóran týdingin. Sum háskúlalærari havi eg lagt dent á at brúka av tilfari, sum er tøkt. Endurnýtsla hevur stóran týdning fyri meg. Somuleiðis at brúka restir og tilfar sum annars hevði farið burtur. Eg fór at gera sápu, tá eg fyri knapt tjúgu árum síðani gjørdist tilvitað um, at nógv tolg varð burturbeind.

Innpakkingar til sápurnar

Eg havi valt at brúka handseymaðar toyposar, sum eg geri úr endurnýtslutoyi, til handsápuna. Sápa skal goymast, soleiðis at hon fær andað, tí eru toyposarnir góðir. Eg brúki eisini silkipappír ella pappírposar, sum eru góðkendir til matvørur.

Hondgjørda sápan inniheldur tálg av seyði ella neytum og góðar plantuoljur. Skúrisápurnar innihalda kaffi, sand ella tara.

 

www.elinsa.fo

Availability: 26 á goymslu

Vekt 125 kg
Scroll to Top