Hoyr sendingina Credo har Høgni greiður frá um bókina.
190.00kr.
Henda skaldsøgan er bygd á hendingarnar, tá eg bleiv blakaður út úr virkinum, sum eg stovnaði saman við øðrum og mít lív áðrenn og aftaná hendingarnar. Útblakingin gjørdist tann størsta lívskreppan, eg havi verið í. Góða avleiðingin av útblakingini var, at eg fekk møguleika at ganga caminoina, sum eg eri ómetaliga glaður fyri at hava gingið. Í bókini møtir tú øðrum, sum gingu caminoina, og tú hoyrir um, hví tey gingu hana. Bókin gevur tær eina góða kenslu av, hvussu tað er at ganga caminoina. Tú fært somuleiðis ráð og vegleiðing til, hvat skal til fyri at ganga caminoina.
Selt verður bara til útlond eftir serligari avtalu.
Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi.
Les um okkara privatlív politik her.