Category: Klæðir

  • Gamla troyggjan úr Tvørgøtu, skal við á Bindifestival 2024

    Gamla troyggjan úr Tvørgøtu, skal við á Bindifestival 2024

    Hesa troyggjuna fekk eg frá mammu. Hon segði, at troyggja kom úr Tvørgøtu tað vil siga úr barnaheiminum hjá pápa mínum. Eg veit ikki hvør hevur bundið hana ella hevur átt hana, heldur ikki nær hon er bundin. Hon er væl brúkt. Tað sæst. Annar albogin er hol, hin er ógvuliga tunt slitin. Rendirnar eru slitnar, hol er á aðrari, har eru eisini onnur smá hol ymsastaðni á troyggjuni. Knappanir eru tiknir úr troyggjuni, óivað tí teir eru brúktir í øðrum plaggi. Her eru 11 knapphol, so har hava verið 11 knappar í.

    15 ára gamla ommudóttir okkara, vil fegin hava troyggjuna, um hon verður umvæld. Tað passa væl, tí eg skal hava eina verkstovu á Bindifestivalinum 2024, sum eg kalli “Nýggja rond, nýggjan leist ella bøt/bint eitt hol”.
    Eg havi sett mær fyri, at henda troyggjan skal verða eitt av pløggunum, sum skal umvælast, sum partur av verkstovuni So tað fari eg ígongd við nú. Ætlanin er at rekja eitt petti upp av rendrunum á ermuni, so hon verður eitt sindur styttri. Erman er eitt sindur long til Lóu, sum skal hava troygguna. Eg hugsi at brúka tað upprikna tógvi, at bøta holi á alboganum við, um tógvið røkkur so langt. Stóra avbjóðingin verður at finna knappar, sum hóska til troyggjuna og ikki minst til Lóu, sum skal brúka troyggjuna.


  • Um 28 dagar byrjar okkara Camino ferð 2023

    Um 28 dagar byrjar okkara Camino ferð 2023

    29. mai 2023

    Eg kvakk við í morgun, tað eru bara 28 dagar til summarferiuna. 28 dagar til vit flúgva til Barcelona og so ferðast víðari til Saint Jean Pied de Port, har okkara caminoferð 2023 byrjar. Tað var ein fantastisk uppliving fyri 6 árum síðani, tá vit gingu somu 799 km. Tað var mín fyrsta camino, Høgni hevði tá gingi eina ferð fyrr.

    Ferðin skal fyrireikast, serliga ferðagóðsi. Í 2017 vigaði mín ryggsekkur 6 kg. írokna 0,75 litur av vatni, tað var eg stolt av og vildi fyri alt í verðini ikki hava meina at bera. Hesa ferð hugsi eg, at pakka soleiðis, at sekkurin við øllum í, vigar undir 6 kg, helst niður ímóti 5 kg. Tað krevur fyrireiking, og nú havi eg brádliga skund, tí eg ætlaði at verða klár í seinasta lagi 20. juni ella um 22 dagar. Eg endurnýti sjálvandi alt tað, sum eg kann, men okkurt má eg skaffa mær at nýggjum, til dømins er troyggjan frá Hallberu og topparnir frá Guðrun og Guðrun uppslitið. Ullintu undirbuksurnar eru somuleiðis uppslitnar, tí má eg skaffa mær nýtt.

    Eg eri farin at leita í mínari tilfarsgoymslu, tí eg havi keypisteðg. Eg keypi ikki nýggj klæðir, uttan tað er serlig átrokandi. Eg skal fyrst brúka tað, sum eg eigi. Um eg einki eigi, sum kann brúkast, skal eg gera tað sjálv – um tað ber til. So geri eg tað úr tilfari, sum eg eigi á goymslu. Eg havi eitt stykki av tunnari merinoull, sum er sera væl egnað til undirklæðir. Eg ætli at fáa eini tvey pør av undirbuksum burturúr merinoullklæðinum. Elastik og tráð eigi eg eisini, so nú seti eg meg at seyma. Eg haldi, eg fái gjørt mær eina nýggja troyggju burturúr troyggjuni hjá Høgna, sum eisini er frá Hallberu, tí hann brúkari hana ikki.

  • Nú er eg stylist

    Nú er eg stylist

    13. desember 2014

    UHU nú kann eg skriva stylist á mítt CV. Eg havi verið til prótøku í dag – og eg haldi, tað gekk sera væl. Nú fari eg oman í Kaffihúsið við manninum og góðum vinfólkum 🙂