Um 28 dagar byrjar okkara Camino ferð 2023

29. mai 2023

Eg kvakk við í morgun, tað eru bara 28 dagar til summarferiuna. 28 dagar til vit flúgva til Barcelona og so ferðast víðari til Saint Jean Pied de Port, har okkara caminoferð 2023 byrjar. Tað var ein fantastisk uppliving fyri 6 árum síðani, tá vit gingu somu 799 km. Tað var mín fyrsta camino, Høgni hevði tá gingi eina ferð fyrr.

Ferðin skal fyrireikast, serliga ferðagóðsi. Í 2017 vigaði mín ryggsekkur 6 kg. írokna 0,75 litur av vatni, tað var eg stolt av og vildi fyri alt í verðini ikki hava meina at bera. Hesa ferð hugsi eg, at pakka soleiðis, at sekkurin við øllum í, vigar undir 6 kg, helst niður ímóti 5 kg. Tað krevur fyrireiking, og nú havi eg brádliga skund, tí eg ætlaði at verða klár í seinasta lagi 20. juni ella um 22 dagar. Eg endurnýti sjálvandi alt tað, sum eg kann, men okkurt má eg skaffa mær at nýggjum, til dømins er troyggjan frá Hallberu og topparnir frá Guðrun og Guðrun uppslitið. Ullintu undirbuksurnar eru somuleiðis uppslitnar, tí má eg skaffa mær nýtt.

Eg eri farin at leita í mínari tilfarsgoymslu, tí eg havi keypisteðg. Eg keypi ikki nýggj klæðir, uttan tað er serlig átrokandi. Eg skal fyrst brúka tað, sum eg eigi. Um eg einki eigi, sum kann brúkast, skal eg gera tað sjálv – um tað ber til. So geri eg tað úr tilfari, sum eg eigi á goymslu. Eg havi eitt stykki av tunnari merinoull, sum er sera væl egnað til undirklæðir. Eg ætli at fáa eini tvey pør av undirbuksum burturúr merinoullklæðinum. Elastik og tráð eigi eg eisini, so nú seti eg meg at seyma. Eg haldi, eg fái gjørt mær eina nýggja troyggju burturúr troyggjuni hjá Høgna, sum eisini er frá Hallberu, tí hann brúkari hana ikki.

Scroll to Top