Pápasa skotska troyggja

Eg er í gongd við at rekja pápasa skotsku troyggju upp. Troyggjan hevur ligið í einum skápi uppi hjá mammu leingi. Pápi andaðist í 2018, so troyggjan hevur ligið í 5 ár ella longri. Troyggjan er úr sera góðari ull, 100 % skotskt ull. Mamma heldur, at pápi hevur keypt troyggjuna einaferð í 70 árunum, tá tey vóru bilferð í Skotlandi. Troyggja var í góðum standi. Har var einki hol ella slit á henni, men ein plettur, sum ikki fæst av, var á forstykkinum. Tí valdi eg at rekja troyggjuna upp og brúka tógvið til at binda okkur nýtt burturúr.

Tá eg byrjaði at spretta seyminar á troyggjuni upp, bleiv eg bilsin, tí troyggjan er bundin í form. Tað vil siga at ermanar, forstykki og bakstykki eru bundin hvør sær, aftur og fram, so seymað saman. Hetta ger, at eg kann rekja upp og fáa heil noður burturúr.

Eg havi ikki avgjørt, hvat eg skal binda búrturúr tónum, men tað verður heilt vís okkurt plagg, tí her er nokkso nógv tógv, at binda burturúr. Møguliga fari eg at blanda tógvið við annað góðskugott tógv, sum eg eisini havi rikið upp.

Scroll to Top