Category: Binding

  • Bindilig í Hósvík 26. mars 2022

    Fyrilestur í Hósvík 26. mars 2022

    Skapandi tilgongdin hevur hugtikið meg alt tað eg kann minnast. Eg lærdi at binda áðrenn eg fór í skúla, eg lædi tiðilga at seyma. Sum barn gekk eg nærum bara í heimagjørdu klæðum. Mamma seymaði, bandt og heklaði uppá okkum 3 syskin og gjørdi nógv til sín sjálvs. Tað var hennara frítíðarítriv, hon arbeiddi fulla tíð sum sjúkrasystir. 

    Báar ommurnar gjørdu somuleiðis nógv hondarbeiðið, omma í Havn bant, nappaði ull, sum hon sendi til spinning, garvaði skinn, rotaði roð og seymaði rotuskógvar. Sum barn og ung átti eg altíð rotuskógvar og skipstroyggju frá ommu í Havn. Omma í Fuglafirði seymaði, bant, heklaði og broderaði, frá henni fingu vit eisin heimagjørd klæðir. Abbi í Fuglafirði var ortupediskur skómakari, hann hevði verkstað í hjallarnum, har dámdi mær væl at verða og eygleiða og onkuntíð sleppa at hjálpa.

    Eg veit ikki rættuliga hví tað bleiv endurnýtsla, nýnýtsla og leivdir sum gjørdis mítt hvørustema í allari mínari skapandi tilgongd. Men eg haldi tað eisini hongur saman við mínum barnaárum. Eg minnist at mamma oftani rak okkurt bundið ella hekla plagg uppaftur, tí hon skuldi brúka tógvið umaftur, til okkurt annað. Eg var hugtikin av rukunum á tí upprekta tógvnum og minnist sera væl, at mamma vaskaði hesi rukkutu noðuni og legði tey at turka, onkuntíð í bakarovninum. 

    Eg minnist eisini væl, at mamma og omma sprettu klæðir upp, sum ikki blivu brúkt tí tey vóru ov lítil ella møguliga farin av móta. Tey blivu seymaði um til onnur klæðir. Mamma goymir enn onkur uppsprett pløgg, sum liggja klár at seyma burturút, um onkur hevur tørv á tí. Eg fari oftani til hennara at leita fyrst, tá eg hava okkurt eg skal seyma.

    Eg var so heppin, at eg fekk starv á Føroyar Fólkaháskúla stutt aftaná, at eg var liðug sum Hondarbeiðslærari. Har undirvísti eg í nærum 30 ár serliga í skapandi lærugreinum. Arbeiði sum háskúlalærari var ein íblástur í sær sjálvum. Bara tað at verða saman við ungu fólkum, gevur íblástur – tí tey hava pulsin á tí sum er upp í tíðini. 

    Eg havi saman við næmingum á Háskúlanum roynt og lært nógv nýtt. Eitt sum eg minnist serliga væl er ein vitjan her í Hósvík. Tað var á tá nýggja skáturvirkinum – minnist meg rætt, var tað í 1999. Vit blivu víst rund á virkinum og slupp at síggja, hvussu ein kúgv bleiv slakta. 

    Frammanunda vitjanini hvødu vit tosa um, hvussu sápa verður framleidd. Tað var uppi í tíðini, at gera ella rættari stoypa sápu. Henda sápa var framleidd til “hobby” t.v.s tú keypti pulvur ella blokkar av gjøgnuskygdari sápu, sum tú kundi smelta um, litað  og koyra í formar, so hevði tú heimagjørda sápu. 

    Vit høvdu funni útav, at sápa kann framleiðast av neytatálg og nú vit sóðu alla hesa tálgina, sum skuldi brennast, var upplagt at biða um tálg. So vit fóru heimaftur við einari stóruari balju av nýggjari neytatálg.

    Nú var bara eitt at gera, at finna útav hvussu vit skuldu gera. Tað endaði við, at eg lærdi meg at gera sápu úr neytatálg. Eg var so heppin, at fáa onlie sambandi við eina norska kvinnu, sum lærdi meg at gera sápu uppskriftir at og framleiða sápur. Hetta var byrjanin til, at eg fór at menna sápuuppskriftir. Seinastu nógvu árini havi eg framleitt sápur út seyðatálg, sum annars hevði fari burtur. Eg havi undirvíst á Háskúlanum og aðrastani í at gera sápu, í løtuni menni eg online skeið í at gera sápu.

    Eg kann so nevna, at vit eisni gjørdu ljós at brenna úti, úr tálg og tær seinastu restirnar gjørdu vit til fuglafóður.

    Eitt ári var eg gestalærari á einum norskum Háskúla, har lærdi eg at stoyta kertur ella stearin ljós. Tað vitanina tók eg við heimaftur og høvdu vit á Háskúlanum ein árligan ljósadag, har vit gjørdu okkara egnu kerutljós. 

    Tá eg fór at arbeiða á Dugna, fór eg saman við starvsfeløgum undir at gera ljós úr kertustubbum, sum komu inni har. Tað hevur nú ment seg til, at vit hava gjørt eitt stearinverkstað, sum framleiðir ljós úr leivdum. Eg kann nevna at Dugni framleiddi umleið 1000 ljós til Amnesty í fjør umfram eini 150 kalendararljós sum blivin rivin burtur, tá vit settu tey til sølu.

    Sum eg segði í byrjanini, lærdi eg at seyma sum barn. Tá var tað við mammusa seymimaskinu, mína fyrstu seymimasknu keypti eg sum 18 ár gomul, við henni seymaði eg klæðir til mín sjálvs og dóttir mína og maskinan flygdi við tá eg fór á Hondarbeiðsseminarium Eg havi síðani altíð haft mítt egna seymirúm, har maskinan og nú maskinurnar standa frammi, so eg altíð kann seta meg at seyma. 

    Eitt av mínum fakum á Hondarbeiðsseminarium var leðurseyming, tað dámd mær sera væl. Men tá eg so flutti heim, var ikki so lætt at skaffa leður, tað skuldi bíleggjast úr Danmark og tá tað so kom til Føroyar, var tað sera kostnaðarmykið. Tí byrjaði eg at seyma úr gomlum leðurjakkum, frakkum og tað eg annars fekk fatur á. Tá var ikki so vanligt við endurnýtsluhandlum sum tað er í dag. Í Havn var bara Blákrossbúðin sum seldi endurnýtsluklæðir. Men eg fekk oftani leðurklæðir frá fólki. Eg seymaði nógvar leðurtaskur og tað bleiv til, at eg fór at seyma fyri fólk. Tey komu til mín við onkrum leðurplaggi , sum eg so seymaði um til taksur. Hetta var kanska byrjanin til, at eg fór at skaffa leður av øllum slag og nú eigi alt ov nógv leður á mínari tilfarsgoymslu.

    Nú eg nevni tilfarsgoymslu, so má eg viðganga, at eg havi eina stóra goymslu, sum eg havi samla í nógv ár.

    Eg eigi nógv: 

    • leður jakkar, sofur, frakkar
    • seingjarklæðir
    • kovboybuksur
    • dúkar
    • tálg
    • toy
    • knappar
    • skjúrtur
    • troyggjur
    • trá
    • bøkur
    • stokkar
    • heklinálir
    • nálir
    • liting
    • máling
    • tógv
    • seymimaskinur
    • saksar
    • knívar
    • tjøld
    • og tað besta av øllum, eg eigi mítt egna rúm – mítt  seymikamar ella arbeiðsrúm !!!! so havi eg ovastaloft, sum er mín, møguliga alt ov stóra goymsla + úthús og eina frystiboks fyri meg sjálva, har sleppur eingin matur í. 

    Nógv av tilfarinum havi eg keypa á loppumarknaðum, í endurnýtsluhandlum, á Facebook, arva frá onkrum ella eg havi fingið tað frá onkrum. 

    Eg má siga, at fólk eru ótrúliga gávumild tá tað kemur til tilfar, tey fegin vilja av við – og tað njóti eg ofta gott av 🙂 

    Eg eigi nokk so nógv seingjarklæðir, sum eg ikki brúki til seingjarklæðir. Tað mesta er úr bummull í góðari góðsku, okkurt er silki, og okkurt flonell, okkurt við hondbroderaðum monogrammi á ella heklaðum bordum á. Okkurt er holut, bøtt, plettut, misslitt, slitið, summi eru ov stutt til dýnurnar í dag. Nógv eru hvít, onnur mynstrut, onkur stríput gul, ljósarey og ljósablá, okkurt er stórblomstrut okkurt jaguarvovið okkurt heimalitað, okkurt við prenti á, ja eg kundi blivi við at tosa um, hvussu mítt tilfar sær út…

    Eg kenni søguna hjá hvørjum einasta eina. Minnist hvar eg havi keypt tað ella fingið tað, hvat eg hugsaði tá eg keypti tað ella fekk tað. Nógv er umseyma til tað eg ætlaði at brúka tað til, onnur blivu ikki til tað eg ætlaði, men vónandi  blíva tey til okkurt annað. Seinastu tíðina havi eg brúka av mínum hvítu seingjarklæðum, eitt dýnubetrekk er við at blíva til ein konfirmantiónskjóla. Verkætlanin við kjólanum hevur verið ávegis í umleið 1,5 ár. Tað er ommudótturin sum skal konfirmerast 10. apríl, hon hevur sjálv sniðgivið og seyma kjólan, mín uppgáva hevur verið at lofta hennara hugskotum, at konstruera og sjávandi at finna toy, vaska og strúka tað.

    Dýnubetrekki er hvítt, jacquard vovið t.v.s. mynstri er vovið í toynum, kjólin er um at verð liðugur.

    Eg arbeiði ¾ tíð á Dugna. Eg byrjaði á teldustovuni sum nú er blivin til ein kreativur verkstaður, við seymimaskinum og teldum. Seymimskinurnar eru endurnýtslumaskinur og tað sama er við toynum alt er endurnytsla. Í løtuni seyma vit Láninet til Á handlanar og barnataskur til nýføðingar. Vit eru eisini ígongd við nýggjar verkætlanir, sum eg tó ikki fari at avdúka enn 🙂

    Í 2010 stovanði eg einstaklingafyritøkuna Elinsa. Tá var eg byrja at selja burðardyggar hondgjørdar vørur og skeið, tí var neyðugt at hava v-tal og mvg skrásett. Seinri havi eg stovna nethandilin www.elinsa.fo sum selur hondgjørdar endurnýtslu og nýnýtslu vørur, tær flestu havi eg sjálv framleitt úr endurnýtdrnýtslutilfari. 

    Fyri at venda aftur til íblásturin og kveikingna so má eg siga, at tað er tilfari sum gevur mær íblástur. Sjálvandi er tað onkuntíð umvent, men oftast byrjar skapandi tilgongdin tá eg standi við einhvørjum tilfari í hondini. Tað kann verða liturin, tað kann verða bindingin, mynstri, formurin, tjúktin, lukturin ella okkurt heilt annað, sum gevur mær íblástur og fær meg í gongd. Eg handli oftani spontant, so um eg fái eitt hugskot, ja so má eg royna tað beinanvegin, so geri eg eitt útkast, sum so gott kann liggja leingi, onkuntíð í áravís, áðrenn eg vendi aftur og geri tað liðugt ella broyti til okkurt heilt annað. 

    Eg fái eisini íblástur frá øðrum, ein sera góð kelda er íverksetarabólkruin, sum eg eri partu av. Vit eru nakrar kvinnur, við hvør sínum áhugamálum, sum javnan hittast at sparra og stuðla hvørjar aðari í tilgongdunum hjá hvørjari aðrari. Fyri meg er bólkurin gull verdur

    Eg gjørdist tíðliga aktiv í politikki, har fekk og fái eg framvegis íblástur til mína skapandi tilgong. Tað eru umhvørvismálini sum hava fylgt nógv í míni politiska arbeiðið. Tí fellur mær lætt, at arbeiða við endurnýtslu, nýnýttslu og at brúka av tí tilfeini sum longu er framleitt. 

    Beint nú eri eg ígongi við fleir skapandi uppgávur, sum skulu gerast lidanr um stutt tíð. 

    Eg havi nevnt konfirmantiónskjólan, sum helst skal gerast liðugur í komandi viku, Lóa skal í hann 10 apríl.

    Eg eri næstan liðug, at gera pennahúsar fyri IRF. pennahúsini eru 100 % endur og nýnýtsla, tey verða seymaði burturút kovboybuksum, leðurjakkum og øðrum leivdum, snærlásini eru m.a. úr tjøldum frá Gfestivalinum 2016.

    So eru tað hotelsápur til Hotel Føroyar, sum eg royni at hava á goymsluni allatíðina.

    Somuleiðis royni eg allatíðin at hava bipakning, sápur, sjampo, kaffifiltur, lappar og onkrar aðrar standard vørur hjá elinsa á goymsluni.

    Seinast í apríl pakki eg hópin av tilfari í bilin og fari suður til Sands í 3 dagar, at undirvísa á grøna Háskulanum í burðardyggari seyming. 

    Í morgun avluverðaði eg 100 tálgaljós, sum eg havi gjørt,  niður í gamlar koppar, gløs, krukkur og konservisblikk. Ljósini fara at lýsa á gøtuni niðan á Kongavarða í kvøld, til tiltakið Earth Hour hjá Tórshavna Kommuni. 

    Til seinast fari eg at takka mínum formøðrum og abba og ynskja tykkum ein góðan og kreativan dag.

  • Gamla troyggjan úr Tvørgøtu, skal við á Bindifestival 2024

    Gamla troyggjan úr Tvørgøtu, skal við á Bindifestival 2024

    Hesa troyggjuna fekk eg frá mammu. Hon segði, at troyggja kom úr Tvørgøtu tað vil siga úr barnaheiminum hjá pápa mínum. Eg veit ikki hvør hevur bundið hana ella hevur átt hana, heldur ikki nær hon er bundin. Hon er væl brúkt. Tað sæst. Annar albogin er hol, hin er ógvuliga tunt slitin. Rendirnar eru slitnar, hol er á aðrari, har eru eisini onnur smá hol ymsastaðni á troyggjuni. Knappanir eru tiknir úr troyggjuni, óivað tí teir eru brúktir í øðrum plaggi. Her eru 11 knapphol, so har hava verið 11 knappar í.

    15 ára gamla ommudóttir okkara, vil fegin hava troyggjuna, um hon verður umvæld. Tað passa væl, tí eg skal hava eina verkstovu á Bindifestivalinum 2024, sum eg kalli “Nýggja rond, nýggjan leist ella bøt/bint eitt hol”.
    Eg havi sett mær fyri, at henda troyggjan skal verða eitt av pløggunum, sum skal umvælast, sum partur av verkstovuni So tað fari eg ígongd við nú. Ætlanin er at rekja eitt petti upp av rendrunum á ermuni, so hon verður eitt sindur styttri. Erman er eitt sindur long til Lóu, sum skal hava troygguna. Eg hugsi at brúka tað upprikna tógvi, at bøta holi á alboganum við, um tógvið røkkur so langt. Stóra avbjóðingin verður at finna knappar, sum hóska til troyggjuna og ikki minst til Lóu, sum skal brúka troyggjuna.


  • Pápasa skotska troyggja

    Pápasa skotska troyggja

    Eg er í gongd við at rekja pápasa skotsku troyggju upp. Troyggjan hevur ligið í einum skápi uppi hjá mammu leingi. Pápi andaðist í 2018, so troyggjan hevur ligið í 5 ár ella longri. Troyggjan er úr sera góðari ull, 100 % skotskt ull. Mamma heldur, at pápi hevur keypt troyggjuna einaferð í 70 árunum, tá tey vóru bilferð í Skotlandi. Troyggja var í góðum standi. Har var einki hol ella slit á henni, men ein plettur, sum ikki fæst av, var á forstykkinum. Tí valdi eg at rekja troyggjuna upp og brúka tógvið til at binda okkur nýtt burturúr.

    Tá eg byrjaði at spretta seyminar á troyggjuni upp, bleiv eg bilsin, tí troyggjan er bundin í form. Tað vil siga at ermanar, forstykki og bakstykki eru bundin hvør sær, aftur og fram, so seymað saman. Hetta ger, at eg kann rekja upp og fáa heil noður burturúr.

    Eg havi ikki avgjørt, hvat eg skal binda búrturúr tónum, men tað verður heilt vís okkurt plagg, tí her er nokkso nógv tógv, at binda burturúr. Møguliga fari eg at blanda tógvið við annað góðskugott tógv, sum eg eisini havi rikið upp.

  • Ellubitar og upprikið

    Ellubitar og upprikið

    Beint eftir árskifti bleiv eg spurd, um eg kundi undirvísa á einari ella tveimum verkstovum á Bindifestivalinum 2023. Tann eina verkstovan skuldi verða at tøva ull um sápu. Eg kundi sjálv velja evni til tað hina.
    Tað fall púra natúrligt at velja Ellubitar og upprikið sum evni á seinru verkstovuni. Eg hevði tá sett mær fyri, at í 2023 skuldi verða mítt keypisteðg-ár. Mín keypisteðgur snýr seg um klæðir og tilfar. Eg skal ikki keypa nýggj klæðir ella tilfar at gera klæðir burturúr í eitt ár. Eg havi stóra goymslu av ymiskum tilfari, so tað ber saktans til, at gera nýggj klæðir, um eg havi tørv á tí. Eg hevði og havi nakrar ullintar troyggjur liggjandi, sum eru slitnar og treingja til ábøtur og onkur er so illa farin, at eg valdi at rekja upp, heldur enn at bøta.
    Onkrar av troyggjunum havi eg goymt, tí eg havi ætla mær at brúkt tað ullinta toyi at seyma burturúr, men eri bara ikki komin so langt enn. Nú fekk eg hugskotið, heldur at rekja troyggjurnar upp og brúka upprikna tógvið saman við mín tógvrestum til okkurt nýtt plagg. Beint nú bindi eg eina blusu burturúr nøkrum av mínum hvítu og gráu restum saman við einum tunnum tráði úr abbasa troyggju. Abbi doyði í 1985, so troyggjan er eldri enn tað. Hon er ógvuliga holut, men eg fái nokk so nógvar endar búrturúr henni hóast tað.

    Abbasa troyggja saman við mínum tógvrestum

    Ellubitar og upprikið er verkstova Nr 1.02 hon verður hósdagin 20. apríl kl. 14.00 – 17.00. Les meir um festivalin her

  • Eg eri farin við rákinum

    Eg eri farin við rákinum

    4. mars 2019

    Bundnir fýrakantar
    Bindiroynbdir

    Eg eri farin við rákinum. Eg ætli mær at brúka tað, sum eg eigi, áðrenn eg keypi nýtt tógv. 
    Eg eigi nógv tógv. Og nógv ymisk sløg. Tað mesta er ull og bummull. Okkurt er silki, lín og blandingar av fleiri sløgum. Eg eigi næstan einki tógv í acryl, polyester, polamid, nylon ella øðrum plastiktógvi. Tí mær dámar ikki at binda við plastiktógvið, hóast eg væl veit, at tað í summum førum styrkir tráin, um eitt sindur av nylonl er í – eitt nú í sokkatógvið. Tað ringasta við plastiktógvið og klæðum gjørd úr hesum tóvgvið er, at tá vit vaska tað, útloysir tað mikroplast, sum fer við frárenslinum út á sjógv. Tí havi eg valt at brúka minst møguligt av tógvið, sum er framleitt úr olju ella platiktilfari.
    Eg havi rudda og skilt tógvið, so nú er lættari at fara í gongd. Tað mesta tógvið er ullint frá teimum føroysku tógvmerkjunum. Eg havi eitt-, tvey- og trýtráða, í ymsum litum. So eigi eg nokk so nógv bummullstógv.

    Endamálið við ruddingini hesaferð var, at kanna hvussu nógv tógv, eg eigi, og hvat slag  tað er. Eg hugnaði mær í tilgongdini, hvørt noða hevur sína søgu. Okkurt er rest av onkrum gomlum plaggi. Okkurt, sum var ætla til ávíst endamál, men ongantíð bleiv tit tað. Okkurt minnist eg nær, og hvar eg keypti tað,  og hvør avgreiddi meg í handlinum. Eg minnist eisini onkra samrøðu ella hvørjum eg møtti í handlinum, tá eg keypti tógvið.
    Í tilgongdini koma nógvir taknar fram, um alt møguligt. Og so øll hugskotini sum floymdu inn yvir meg, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg neyt løtuna. Hesaferð gjørdi eg mær eina ætlan, um hvat tógvið skal brúkast til. Ikki alt, men nógv av tí. 

    Eg byrjaði beinanvegin, at binda úr tí ullinta, sum eg havi mest av. Tað skal bindast til eitt teppi úr fýrakantum í ymiskum litum. Eg valdi at binda á stokkum nr. 6 og við trý tráðaðum tógvið. Eg valdi trýtráðað, tí tað er skjótt at binda – og so fái eg brúkt næsta alt tað ullinta tógvið. Eg bindi við fleiri tráðum í senn, fyri at fáa alt í somu tjúgd. Eg blandi eisini litirnar saman. 

    Bummullstógvið ætli eg at binda ella hekla lappar, handklæði, vatttottar og møguliga okkurt annað úr. 

    Ein onnur ætlan er, at brúka tógv úr tógvgoymslumi til nakrar lampuskermar, sum hava ligið leingi og bíða eftir mær. Eg havi hugsað nógv um, hvussu og hvat eg skal binda uppá skermarnar. Ella um eg skal gera okkurt heilt annað við teir.

    So sá eg ein so flottan lampuskerm, sum Karin starvsfelagið mín, hevði gjørt úr ymiskum tógvrestum. Eg tók hugskotið til mín, men visti ikki rættuliga, um eg átti tógv í røttum litum. Nú havi eg valt tógvið til skermanar. Tógvið er av ymiskum slagi og í ymsum litum. Tað góða við at brúka tógvið til lampuskermar er, at eg kann brúka alt slag av tógvið, tí skermanir verða ikki vaskaðir. Tað vil siga, tað fer einki mikroplast á sjógv við vaskingini.
    Eg havi nógvar aðrar ætlanir, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg havi tógv til minst eitt ársbrúk, so tað ræður um ikki at freistast, tá eg renni meg í spennandi tógv. 
    Góða eyðnu við bindifestivalinum 2019
    Elin Lindenskov

  • Eg eri farin við rákinum

    Eg eri farin við rákinum

    Eg eri farin við rákinum. Eg ætli mær at brúka tað, sum eg eigi, áðrenn eg keypi nýtt tógv. 
    Eg eigi nógv tógv. Og nógv ymisk sløg. Tað mesta er ull og bummull. Okkurt er silki, lín og blandingar av fleiri sløgum. Eg eigi næstan einki tógv í acryl, polyester, polamid, nylon ella øðrum plastiktógvi. Tí mær dámar ikki at binda við plastiktógvið, hóast eg væl veit, at tað í summum førum styrkir tráin, um eitt sindur av nylonl er í – eitt nú í sokkatógvið. Tað ringasta við plastiktógvið og klæðum gjørd úr hesum tóvgvið er, at tá vit vaska tað, útloysir tað mikroplast, sum fer við frárenslinum út á sjógv. Tí havi eg valt at brúka minst møguligt av tógvið, sum er framleitt úr olju ella platiktilfari.
    Eg havi rudda og skilt tógvið, so nú er lættari at fara í gongd. Tað mesta tógvið er ullint frá teimum føroysku tógvmerkjunum. Eg havi eitt-, tvey- og trýtráða, í ymsum litum. So eigi eg nokk so nógv bummullstógv.

    Endamálið við ruddingini hesaferð var, at kanna hvussu nógv tógv, eg eigi, og hvat slag  tað er. Eg hugnaði mær í tilgongdini, hvørt noða hevur sína søgu. Okkurt er rest av onkrum gomlum plaggi. Okkurt, sum var ætla til ávíst endamál, men ongantíð bleiv tit tað. Okkurt minnist eg nær, og hvar eg keypti tað,  og hvør avgreiddi meg í handlinum. Eg minnist eisini onkra samrøðu ella hvørjum eg møtti í handlinum, tá eg keypti tógvið.
    Í tilgongdini koma nógvir taknar fram, um alt møguligt. Og so øll hugskotini sum floymdu inn yvir meg, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg neyt løtuna. Hesaferð gjørdi eg mær eina ætlan, um hvat tógvið skal brúkast til. Ikki alt, men nógv av tí. 

    Eg byrjaði beinanvegin, at binda úr tí ullinta, sum eg havi mest av. Tað skal bindast til eitt teppi úr fýrakantum í ymiskum litum. Eg valdi at binda á stokkum nr. 6 og við trý tráðaðum tógvið. Eg valdi trýtráðað, tí tað er skjótt at binda – og so fái eg brúkt næsta alt tað ullinta tógvið. Eg bindi við fleiri tráðum í senn, fyri at fáa alt í somu tjúgd. Eg blandi eisini litirnar saman. 

    Bummullstógvið ætli eg at binda ella hekla lappar, handklæði, vatttottar og møguliga okkurt annað úr. 

    Ein onnur ætlan er, at brúka tógv úr tógvgoymslumi til nakrar lampuskermar, sum hava ligið leingi og bíða eftir mær. Eg havi hugsað nógv um, hvussu og hvat eg skal binda uppá skermarnar. Ella um eg skal gera okkurt heilt annað við teir.

    So sá eg ein so flottan lampuskerm, sum Karin starvsfelagið mín, hevði gjørt úr ymiskum tógvrestum. Eg tók hugskotið til mín, men visti ikki rættuliga, um eg átti tógv í røttum litum. Nú havi eg valt tógvið til skermanar. Tógvið er av ymiskum slagi og í ymsum litum. Tað góða við at brúka tógvið til lampuskermar er, at eg kann brúka alt slag av tógvið, tí skermanir verða ikki vaskaðir. Tað vil siga, tað fer einki mikroplast á sjógv við vaskingini.
    Eg havi nógvar aðrar ætlanir, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg havi tógv til minst eitt ársbrúk, so tað ræður um ikki at freistast, tá eg renni meg í spennandi tógv. 
    Góða eyðnu við bindifestivalinum 2019
    Elin Lindenskov

  • Fyrireiking til bindifestivalin

    11. januar 2016

    Bindiroynd, bundin úr gomlum seingjarklæðum

    Eg havi játtað, at undirvísa á tveimum verkstovurm og halda ein fyrilestur á Bindifestivalinum, sum verður í Fuglafirði 14., 15. og 16. apríl 2016.

    Eg havi valt at kalla ta einu verkstovuna, sum eg í løtuni fyrireiki: Bind ein lampuskerm ella eitt upphang til urtapottin úr gomlum t-shirtum. 

    Hina verkstovurna kalli eg  Bind okkurt at sita á við stórum stokkum. 

    Bundin stokkaíløt
    Bindiroyndir, t-shirt tógvið og stórir stokkar
  • Sniðgev og bind egnan lampuskerm

    Sniðgev og bind egnan lampuskerm

    18.oktober 2014

    Lampuskermanir hanga í Norðurlandahúsinum restina av árinum.

    Seinasta vikuskifti var eg á eini spennandi bindiðverkstovu í Norðurlandahúsinum. Undirvísarar á veðurstovuni vóru sniðgevarnir Lone Stidsen og Hans Christian Madsen, sum bæði eru útbúgvin tekstilsniðgevar við binding sum sergrein. Lone granskar og hevur eina Ph.d. í ljóssniðgeving, Hans Christian er bindisniðgevi  hjá mótafyritøkuni Burberry.

    Sum íblásturin til at binda okkara egnu lampuskermar, vóru tveir áhugaverdir fyrilestrar. Lone tosaði um, hvussu vit brúka ljós í ymiskum samanhangum, meðan Hans Christian tosaði um fyritøkuna Burberry, sum hevur eina søgu heilt aftur til 1856.

    Tá vit byrjaðu, fingu vit lampustell í trimum ymiskum støddum, sum vit so skuldu sniðgeva og binda til, hekla ella brúka aðrar teknikkir. Tilfarið og stokkar høvdu vit við heimanífrá. Tað var ein spennandi tilgongd, tí vit eru so ymisk og hava hvør sína tilgongd til tilfarið. Flestu okkara bundu skermarnar, onkur heklaði ella nevaði um lampustelli. Tilfarið var somuleiðis ymiskt mest ull ella annað vanligt tógv í ymiskum litum og tjúktum. Ein skermur var bundin við filminum úr einum videobandið, ein við basti og onkur royndi seg við plastikki. Alt er loyvt, tó er umráðandi at hugsa um, hvørja ljósperu tú brúkar, tað besta er at brúka eina kalda peru t.v.s. spariperu, LED ella veika gløðiperu. Um tú brúkar sterkar gløðiperu, kann hon gerast ov heit og eldur koma í skermin.

    Eg havi bundi um teir tríggjar skermarnar, sum vit fingu á veðurstovuni, umfram at eg brúkt eitt gamalt stell, sum eg hevði liggjandi heima.

    Um tú hevur hug at binda ein lampuskerm, so kann tú brúka eitt gamalt stell. Kanna støddina á holinum til fatningin, áðrenn tú fert í gongd. Mítt gamla stell er til ein gamlan fatning, sum er minni enn teir, vit fáa í dag. Eg havi goymt fleiri gamlar fatningar, so eg brúkti ein av teimum og setti nýggjan leidning í.

    UM tú  hevur hug at binda ein lampuskerm, so spæl eitt sindur við stokkunum, hekklinálum og tógvi. Alt ber til, so tað ræður um at brúka hugflogið. Eg kastaði uppá og royndi meg fram, til eg var nøgd við úrslitið. Tað ber altíð til at rekja uppaftur, um tú ikki er nøgd. Eg havi bæði seyma og hekla skermin fasta um endarnar. Eg má viðganga, at tað er nógv skjótari at seyma enn at hekla.