Sniðgev og bind egnan lampuskerm

18.oktober 2014

Lampuskermanir hanga í Norðurlandahúsinum restina av árinum.

Seinasta vikuskifti var eg á eini spennandi bindiðverkstovu í Norðurlandahúsinum. Undirvísarar á veðurstovuni vóru sniðgevarnir Lone Stidsen og Hans Christian Madsen, sum bæði eru útbúgvin tekstilsniðgevar við binding sum sergrein. Lone granskar og hevur eina Ph.d. í ljóssniðgeving, Hans Christian er bindisniðgevi  hjá mótafyritøkuni Burberry.

Sum íblásturin til at binda okkara egnu lampuskermar, vóru tveir áhugaverdir fyrilestrar. Lone tosaði um, hvussu vit brúka ljós í ymiskum samanhangum, meðan Hans Christian tosaði um fyritøkuna Burberry, sum hevur eina søgu heilt aftur til 1856.

Tá vit byrjaðu, fingu vit lampustell í trimum ymiskum støddum, sum vit so skuldu sniðgeva og binda til, hekla ella brúka aðrar teknikkir. Tilfarið og stokkar høvdu vit við heimanífrá. Tað var ein spennandi tilgongd, tí vit eru so ymisk og hava hvør sína tilgongd til tilfarið. Flestu okkara bundu skermarnar, onkur heklaði ella nevaði um lampustelli. Tilfarið var somuleiðis ymiskt mest ull ella annað vanligt tógv í ymiskum litum og tjúktum. Ein skermur var bundin við filminum úr einum videobandið, ein við basti og onkur royndi seg við plastikki. Alt er loyvt, tó er umráðandi at hugsa um, hvørja ljósperu tú brúkar, tað besta er at brúka eina kalda peru t.v.s. spariperu, LED ella veika gløðiperu. Um tú brúkar sterkar gløðiperu, kann hon gerast ov heit og eldur koma í skermin.

Eg havi bundi um teir tríggjar skermarnar, sum vit fingu á veðurstovuni, umfram at eg brúkt eitt gamalt stell, sum eg hevði liggjandi heima.

Um tú hevur hug at binda ein lampuskerm, so kann tú brúka eitt gamalt stell. Kanna støddina á holinum til fatningin, áðrenn tú fert í gongd. Mítt gamla stell er til ein gamlan fatning, sum er minni enn teir, vit fáa í dag. Eg havi goymt fleiri gamlar fatningar, so eg brúkti ein av teimum og setti nýggjan leidning í.

UM tú  hevur hug at binda ein lampuskerm, so spæl eitt sindur við stokkunum, hekklinálum og tógvi. Alt ber til, so tað ræður um at brúka hugflogið. Eg kastaði uppá og royndi meg fram, til eg var nøgd við úrslitið. Tað ber altíð til at rekja uppaftur, um tú ikki er nøgd. Eg havi bæði seyma og hekla skermin fasta um endarnar. Eg má viðganga, at tað er nógv skjótari at seyma enn at hekla.

Scroll to Top