4. mars 2019 Eg eri farin við rákinum. Eg ætli mær at brúka tað, sum eg eigi, áðrenn eg keypi nýtt tógv. Eg eigi nógv tógv. Og nógv ymisk sløg. Tað mesta er ull og bummull. Okkurt er silki, lín og blandingar av fleiri sløgum. Eg eigi næstan einki tógv í acryl, polyester, polamid, nylon ella …
Íblástiur
18.oktober 2014 Seinasta vikuskifti var eg á eini spennandi bindiðverkstovu í Norðurlandahúsinum. Undirvísarar á veðurstovuni vóru sniðgevarnir Lone Stidsen og Hans Christian Madsen, sum bæði eru útbúgvin tekstilsniðgevar við binding sum sergrein. Lone granskar og hevur eina Ph.d. í ljóssniðgeving, Hans Christian er bindisniðgevi hjá mótafyritøkuni Burberry. Sum íblásturin til at binda okkara egnu lampuskermar, …
Vit hava tveir hyllurunnar (hyld á donskum) í urtagarðinum, tann eldri er setur niður fyri eini 10 – 12 árum síðani. Eg var so spent, vónaði at hyllurunnarnir fóru at blóma beinanvegin ella fáa ár eftir, at eg hevði sett teir niður. Men tað skuldi ganga lang tíð. So endiliga blómaði tann eini í fjør, men í ár síggi eg ongar blómur og hin hevur ongantíð blóma enn. Tí er tað gott, at ein stórur gamal hyllurunnur stendur í urtagarðinum hjá mínum foreldrum. Mamma fekk ein avleggara úr urtagarðinum hjá ommu og abba í Fuglafirði, fyri nógvum árum síðani. Mammusa hyllurunnur blómar nú. Eg havi heintað umleið 20 blómuskjól av honum. Tað eru hesar blómur, eg havi brúkt í mínari uppskrift.
5. desember 2013 Eg eigi eina rúgvu av messing stakum í øllum møguligum formum, sum eg havi keypt í ymiskum endurnýtsluhandlum og á loppumarknaðum. Nakrir av stakunum er so jólaligir, at eg goymi teir millum jólaprýðið. Í kvøld havi eg pussa tríggjar av teimum jólaligu stakunum og sett hvít kertuljós í. Ljósini eru svanamerkt 100 …