Mín uppskrift uppá hyllublómusaft

8. septembur 20

Vit hava tveir hyllurunnar (hyld á donskum) í urtagarðinum, tann eldri er setur niður fyri eini 10 – 12 árum síðani. Eg var so spent, vónaði at hyllurunnarnir fóru at blóma beinanvegin ella fáa ár eftir, at eg hevði sett teir niður. Men tað skuldi ganga lang tíð. So endiliga blómaði tann eini í fjør, men í ár síggi eg ongar blómur og hin hevur ongantíð blóma enn. Tí er tað gott, at ein stórur gamal hyllurunnur stendur í urtagarðinum hjá mínum foreldrum. Mamma fekk ein avleggara úr urtagarðinum hjá ommu og abba í Fuglafirði, fyri nógvum árum síðani. Mammusa hyllurunnur blómar nú. Eg havi heintað umleið 20 blómuskjól av honum. Tað eru hesar blómur, eg havi brúkt í mínari uppskrift.

Hyllublómusaftin august 2014

Eg havi brúkt

Umleið 20 blómuskjól

2. vistfrøðiligar sitrónir

½ kg. vistfrøðiligt rørsukur

20 g. sitrónsýra

1 l. vatn

Fløskur við proppi

Atamon at skola fløskurnar í

Eg goymi fløskur við proppum, sum kunna brúkast umaftur. Onkuntíð keypi eg fløskur, um eg renni meg í onkra, sum eg haldi, er vælegnað at goym saft í.

Soleiðis ger tú: Klipp stelkin av blómunum og skola blómuskjólini væl í køldum vatni. Sker sitrónirnar í tunnar skivur. Legg blómuskjólini í eitt ílat saman við sukri, sitrónsýru og sitrónskivurnar. Stoyt 1 litur av kókandi vatni omaná. Tá lakin er kólnaður, skal tú seta hann í kuldaskápi. Lat standa í 3 – 4 dagar. Rør í lakanum av og á. Skola fløskurnar í kókandi vatni við eitt sindur av atamoni í. Síla vætuna gjøgnum eitt klæði og stoyt í fløskurnar.

Saftin er konsentrerað, tí skal hon tynnast við vatnið 1 part saft til 4-6 partar vatn. Drekk saftina kalda ella ger te av henni. Hyllublómute smakka væl, um tú stoytur nakrar dropar reina hyllublómusaft í ein kopp við kókaðum vatnið saman við tveimum skivum av appilsin.

Saftin kann frystast.

Scroll to Top
Scroll to Top