Sápuskeið

450.00kr.

Lær at at gera sápu og annað úr tálg – online

Tá tú keypur skeiðið, fær tú atgongd til Facebooksíðu við tilfari til skeiðið.

Tú lærir
at handfara tálgina, so hon kann brúkast til sápu o.a
at gera sápu frá grundini
at lita sápu
at gera skúrisápu
at ger sápupulvur, sum kann brúkast í vaskimaskinuni
at gera sjampoo
at gera uppvaskisápu
at gera fuglaføði
at gera krem til húðina
at gera ljós at brenna úti

Tú fær atgongd til Facebook bólkin Elinsa sápuverkstaður. Av og á sendi eg live í bólkinum, um okkurt evni, sum snýr seg um sápu ella okkurt annað úr tálg.
Tú kann altið spyrja um eitthvørt í bólkinum, eg svari so skjótt, sum eg kann. Ætlanin er við tíðini, at limirnir í bólkinum kjakast sína millum, læra og geva íblástur til hvønn annan.

Scroll to Top
Elinsa
Privatlív politikkur yvirblik

Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi.

Les um okkara privatlív politik her.