Tag: upprikið

  • Pápasa skotska troyggja

    Pápasa skotska troyggja

    Eg er í gongd við at rekja pápasa skotsku troyggju upp. Troyggjan hevur ligið í einum skápi uppi hjá mammu leingi. Pápi andaðist í 2018, so troyggjan hevur ligið í 5 ár ella longri. Troyggjan er úr sera góðari ull, 100 % skotskt ull. Mamma heldur, at pápi hevur keypt troyggjuna einaferð í 70 árunum, tá tey vóru bilferð í Skotlandi. Troyggja var í góðum standi. Har var einki hol ella slit á henni, men ein plettur, sum ikki fæst av, var á forstykkinum. Tí valdi eg at rekja troyggjuna upp og brúka tógvið til at binda okkur nýtt burturúr.

    Tá eg byrjaði at spretta seyminar á troyggjuni upp, bleiv eg bilsin, tí troyggjan er bundin í form. Tað vil siga at ermanar, forstykki og bakstykki eru bundin hvør sær, aftur og fram, so seymað saman. Hetta ger, at eg kann rekja upp og fáa heil noður burturúr.

    Eg havi ikki avgjørt, hvat eg skal binda búrturúr tónum, men tað verður heilt vís okkurt plagg, tí her er nokkso nógv tógv, at binda burturúr. Møguliga fari eg at blanda tógvið við annað góðskugott tógv, sum eg eisini havi rikið upp.

  • Ellubitar og upprikið

    Ellubitar og upprikið

    Beint eftir árskifti bleiv eg spurd, um eg kundi undirvísa á einari ella tveimum verkstovum á Bindifestivalinum 2023. Tann eina verkstovan skuldi verða at tøva ull um sápu. Eg kundi sjálv velja evni til tað hina.
    Tað fall púra natúrligt at velja Ellubitar og upprikið sum evni á seinru verkstovuni. Eg hevði tá sett mær fyri, at í 2023 skuldi verða mítt keypisteðg-ár. Mín keypisteðgur snýr seg um klæðir og tilfar. Eg skal ikki keypa nýggj klæðir ella tilfar at gera klæðir burturúr í eitt ár. Eg havi stóra goymslu av ymiskum tilfari, so tað ber saktans til, at gera nýggj klæðir, um eg havi tørv á tí. Eg hevði og havi nakrar ullintar troyggjur liggjandi, sum eru slitnar og treingja til ábøtur og onkur er so illa farin, at eg valdi at rekja upp, heldur enn at bøta.
    Onkrar av troyggjunum havi eg goymt, tí eg havi ætla mær at brúkt tað ullinta toyi at seyma burturúr, men eri bara ikki komin so langt enn. Nú fekk eg hugskotið, heldur at rekja troyggjurnar upp og brúka upprikna tógvið saman við mín tógvrestum til okkurt nýtt plagg. Beint nú bindi eg eina blusu burturúr nøkrum av mínum hvítu og gráu restum saman við einum tunnum tráði úr abbasa troyggju. Abbi doyði í 1985, so troyggjan er eldri enn tað. Hon er ógvuliga holut, men eg fái nokk so nógvar endar búrturúr henni hóast tað.

    Abbasa troyggja saman við mínum tógvrestum

    Ellubitar og upprikið er verkstova Nr 1.02 hon verður hósdagin 20. apríl kl. 14.00 – 17.00. Les meir um festivalin her