Your cart is currently empty!
Category: Uncategorized
-
Femifagnaður 6. mars 2024
Hugleiðing áðrenn filmurin Smoke Sauna Sisterhood, á Femifestivalinum 2024
Eg eri í hitarúminum í gamla svimjihylinum í Gundadali. Eg eri eini 4 – 5 ára gomul. Tað var kenslan, tá eg læs spurningin frá Solveig, um eg kundi innleiða her í kvøld. Eg siti á myrka træbonkinum beint yvirav ovninum. Ovnurin er vardur við trærimum rundan um. Rúmið er fult av kvinnum í øllum aldri. Eg eri so hugtikin av “konunum” við langum hári. Tær hava vundið handklæði um seg, omanfyri bringuna. Tær sleingja langa hárið innum trærimarnar, lena seg at vegginum við nakkanum afturá og práta ella slappa av. Tær eru mín fyrimynd í hitarúminum. Hesar við langa hárinum munnu hava verið um 14 til 16 ára gamlar. Eg minnist ikki, hvat tær tosaðu um – minnist bara góðan stemning í rúminum.
Eg havi svomið ella dyppað á sjónum síðani á sumri í 2009. Ella tað verða 15 ár í summar, síðani eg byrjaði. Fyrstu tíðina i Hoyvík. Í byrjanini kavaði eg av molanum og svam nøkur fá tøk yvir aftur til stigan, fór upp og so umaftur, at kava og svimja innaftur. Vit mundu verða eini 15 – 20 fólk, sum svumu tá.
Fyrstu tíðina tosaðu vit nógv um upplivingina, hetta var nakað heilt serilig. Vit vóru HIGH. Tað kendist so stórt og forkunnugt, at merkja og vinna á kuldanum. Og so tann serliga hitin, sum kemur aftaná og innanifrá. Tað er fantastiskt.
Eg kom í skiftisárini nakað aftaná, at eg byrjaði. Og eg haldi, at tað gjørdi stóran mun. Tað køldi kroppin. Eg haldi, at tað minkaði um hitabylgjurnar. Tá fór eg ofta tvær ferðir um dagin.
Seinri flutti eg út í Sandágerði, tí vinkonan, sum eg fekk lokka við, dámdi betur at hava fast undir fótum, tá hon dyppaði. Har havi eg svomi nógv tey seinastu árini.
Morgunsvimjing í Sandagerði eitur Facebookbólkurin, sum er rúmið hjá kvinnunum, sum dyppa í Sandagerði. Í løtuni 369 kvinnur, so tað ber næstan altíð til at finna eina at dyppa saman við, um tú skriva út í bólkin.
Eg hoyri til tær sum hittast og svimja kl. 6.30 gerandisdagar í summarhálvuni. Vit møtast í skiftingarrúminum, sum er millum nakrar steinar niðri við sjóvarmálan. Her merkja og njóta vit verðrið, ljósið, friðin og rørsluna. Tað er so friðsælt um morgunin, serliga áðrenn vit fara út í. Onkuntíð siga vit næstan einki, bara njóta tilverðuna, sum hon er. Ella vit viðmerkja veðrið, aldurnar, ella tað sum nú einaferð fellur okkum inn.
Tað er ymiskt, hvussu langt og hvussu leingi, vit svimja. Summar hava tað ritualið, at tær svimja ávisa longd, aðrar fara út í og uppaftur nakrar ferðir. Onkur rennur út í, aðrar vasa spakuliga og onkur leggur seg beinanvegin. Mær dámar best, at vassa eitt sindur út og so leggja meg, svimja nøkur tøk framvið sandinum – ikki so øðiliga langt út. Tí í mínum høvdi er vandi á ferð, um eg fari ov langt út. Áðrenn eg fari upp, skal høvdið undir – tað er tað allarbest hjá mær.
So er tað kaffiskrubbi. Tá vit hava svomið – gnýggja vit kaffigrugg um allan kroppin. Onkurntíð masera vit hvørjari aðari við kaffigrugginum. So út í aftur, at skola av aftur. Nú kennist sjógvurin kaldari, haldi eg, á ein góðan hátt. So uppá land aftur. Tað er ein góð kensla, sum eg dugi illa at lýsa, sum annað enn fullkomin vælvera. Tað prikkar í húðin, sum nú kennist bleyt og rein.
Felagsskapurin sum í løtuni telur 369 kvinnur, er nakað heilt serligt. Hóast vit ikki kennast allar, kennist tað, sum um vit kenna hvørja aðra, tá vit møtast í skiftingarrúminum niðri við sjóvarmálani. Vit hava altíð okkurt at práta um, um ikki annað so um kuldan, um kensluna at fara út í ella um veðrið. Tað eru eisini sprottin nýggj vinarbond í bólkinum. Onkrar hittast privat, onkrar hava ferðast saman, og aðrar eru blivnar góðar vinkonur.
Eitt er gerðandismorgnarnar, tá gera vit skjótt av. Men tað er altíð pláss fyri samrøðuni á veg heimaftur, ella í meðan vit skifta. Ikki tann djúpa samrøðan, men tó, okkurt orð á vegnum.
Í vikuskiftinum er øðrvísi, tá hava vit stundir til longri prát ella samrøður. Onkuntíð hevur onkur svimjikonute ella kaffi við. Tað boða vit frá í bólkinum, tí tað krevur ein kopp og eitt sindur betur stundir. Vit eru kanska ikki so persónligar, sum eg skilji tær eru í filminum í kvøld, men okkara samrøður fara víða um.
Sjósvimjingin hevur givið mær eina nógv betri vælveru bæði kropsliga og sinnisliga. Eg njóti kalda baðið og felagsskapin. Og eftirfylgjandi eydnukenslan er fantastisk. Eg kann viðmæla øllum at royna sjósvimjingina. -
Reinsa inniluftina við urtappottum
Álaplanta og Aloe Vera Húsini eru blivin so tøtt, at vit mugu lufta út, oftari enn neyðugt var, áðrenn vit bygdu um og bjálvaðu av nýggjum.
Nógvastaðni hava vit vánaligt inniklima, vit gerast ovurviðkvom, fáa høvuðpínu ella gerast sjúk, tí inniklimaði er so vánaligt. Ein av orsøkunum til vánaliga inniklimaði kann verða av skaðiligu evnini, sum verða sent út í luftina gjøgnum byggitilfari, møblar, plastikk, lím, lakk o.a. Kanningar frá m.a. NASA vísa at plantur hava serliga góða ávirkan á inniklimaði. Tær beinleiðis reinsa luftina fyri skaðiligu evnini. Og tað krevur ikki tað heilt stóra, at reinsa inniluftina. Tí sambært NASA kann ein planta av slagnum Chlorophytum, Ficus benjamina ella Epiperemnum uppá bert hálvan annan tíma, reinsa formaldehyd í einum rúmi á 50 rúmmetrum, so tað heldur seg innanfyri tað mest loyvdu nøgdina.
Eg fann ein plantulista við dokumenterðaum luftreinsandi evnum í. Eg kenni ikki øll nøvnini á føroyskum, tí havi eg skriva tað latínska navnið fremst, tey sum eg kenni standa eisini á føroyskum.
- Aloe vera – Lækna-aloe
- Chlorophytum elatum – Álaplanta
- Draceana deremensis
- Epipremnum aureum
- Ficus benjamina – Stovubrik
- Phalaenopsis – Orkidé – Børkubóndi
- Sansevieria trifasciata
- Schefflera arboricola
- Spathiphyllum – Friðarlilja
- Syngonium podophyllum
Um tú ætlar tær at keypa nýggjar urtapottar, keyp teir, sum eru merktir Air Cleener.
-
Í dag havi eg gjørt urtapottar
3. maj 2014
Eg fekk brell í góðveðrinum í gjár. Brell at fara út at planta í pottar, tí okkara urtagarður enn ikki er klárur eftir stóru umvælingina fyri nøkrum árum síðani. Tað var deiliga heitt í sólini, sum rakti á terassuna seinrapartin.
Eg eigi hópin av teblikkum, konservisdósum, karamellukassum og øðrum íløtum úr metali. Eg goymi øll íløt úr metalið, tí tey kunna brúkast til so nógv. Eg brúki tey heima og í mínum arbeiðið á Háskúlanum. Tey verða brúkt til alt møguligt. Í hesum góða veðrinum, valdi eg at brúka nøkur av blikkunum til urtapottar.
Eg breiddi ein stóran dúk út á terassuni. Dúkurin er ein gomul valplakat, úr sterkum tilfari, sum heldur í okkara veðurlagi. So hon er væl egnað at leggja undir, har eg máli. Síðani setti eg hópin av máling, penslum, blikkum og annað, sum eg kundi brúka til at gera nakrar nýggjar urtapottar við á dúkin. Eg málaði nøkur blikk og nøkur lat eg verða, sum tey eru.
Tá eg planti beinleiðis í blikkini, seti eg eitt ella fleiri hol í botnin, so vatnið kann renna frá. Onkuntíð seti eg ein pott niður í blikkini, tá skal hol ikki verða í botninum.
Tá eg seti blikk uttanfyri, seti eg tey soleiðis, at undirlagið tolir blikkini. Blikkini rusta, so vandi er fyri, at tey seta rust merkir á undirlagið. Eg velji sum oftast, at seta blikkini á undirlag sum tolir rustin, ella leggi eg okkurt undir blikkini. Tað ber til, at mála botnin og niðasta kantin við uttanduramáling, so er vandin fyri at rusturin smittar minni.
Hesir urtapottarnir halda alt summari, um teir standa uttanfyri – kanska eitt sindur longri enn tað.
Tá tú blakar blikkini burtur, skulu tey ikki í vanliga ruskílatið. Tú má sjálv koyra blikkini niðan á Endurnýtsluna, tey skulu í bingjuna við metalið.
-
Leðurtaska til iPhone
26. januar 2014
Leðurtaska ti iPhone Eg eri so heppin, at eg havi eitt spennandi arbeiðið við nógvum ymiskum uppgávum, hóast næstan allar uppgávurnar onkursvegna eru undirvísing. Eg eri lærari á Føroya Fólkaháskúla.
Leygardagin var mín uppgáva at undirvísa umleið 10 vaksnum fólkum í tveir klokkutímar, sum svara til næstan 3 skúlatímar. Evnið var kreativur verkstaður. Eg visti ikki frammanundan hvørjar næmingar, eg fekk, men eg visti, at hetta vóru vaksin fólk.
Tá eg setti meg at fyrireika meg, mátti eg royna at finna okkurt at gera, sum ber til at gera uppá tveir klokkutímar. Tað endaði við, at eg fann hópin av gomlum leðri. Alt fyrr brúkt leður sjálvandi. Eg fann mjólkarpakkar frá Endurnýtsluni á Hjalla og gummislangur frá súkkluhandlinum UNO fram.
Eitt av modellunum, sum eg gjørdi, var ein leðurtaska til eina iPhone. Hendan leðurtaskan bleiv eitt hit.
Eg hevði seymað nakrar taskur við og uttan lumma og við ymiskum mátum at festa hálsband á. Ein næmingur kom við hugskotinum at festa ein langan tráð í miðjuna á taskuni ovast, til at hála telefonina upp við. Genialt má eg siga.
-
Soleiðis kanst tú pussa messing
5. desember 2013
Eg eigi eina rúgvu av messing stakum í øllum møguligum formum, sum eg havi keypt í ymiskum endurnýtsluhandlum og á loppumarknaðum. Nakrir av stakunum er so jólaligir, at eg goymi teir millum jólaprýðið. Í kvøld havi eg pussa tríggjar av teimum jólaligu stakunum og sett hvít kertuljós í. Ljósini eru svanamerkt 100 % stearin.
Eg tími so illa at pussa, tí standa stakarnir og onnur metalting sjáldan frammi. Seinastu dagarnar havi eg leita ymsastaðni á netinum, eftir alternativum pussiháttum. Eg fann hópin av góðum ráðum og hugskotum til at pussa messing, kopar og silvur. Her eru nøkur av ráðunum. Eg havi pussað hesar tríggjar stakarnar við tí fyrstu uppskriftini.
Uppskrift 1.
Tú skal brúka: Sitrónsýru og sitónuppvaskievni
Upploys eina súpuskeið av sitrónsýru og eitt sindur av sitrónuppvaski í kókandi vatni. Legg stakan í vatnið. Lat liggja í 5 minuttir .Skola og turka av.
Uppskrift 2.
Tú skalt brúka: Sitrónsýru og uppvaskievni
Fyll eitt fat við heitum vatni, upploys sitrónsýruna í vatninum. Legg messing stakan í vatnið, lat liggja í 15 minuttir. Skola stakan í vatni við uppvaskievni í og turka hann av.
Uppskrift 3.
Ger eina blanding soleiðis
1 Kop av vatni
1 kopp av ediki
1 kopp av hveitimjøli
2 teskeiðir av sitrónsýru
2 teskeiðir av salti
Smyr blandingina á stakan og skolavið lunkaðum vatni. Turka av við bleytum klúti.
Blanda 6 dl edik og 1 spísiskeið av salti, pussa við blandingini. Vaska við salmiak blandað 1 til 6. turka við bleytum klúti.
Uppskrift 4
Smyr stakan inn í tannkrem, skola við lunkaðu vatni og pussa við bleytum turrum klúti. Hetta kann eisini brúkast til silvur og kopar.
Uppskrift 5
Smyr stakan í reint yogurt, lat standa nakrar minuttir og pussa.
Uppskrift 6
Legg stakan á blot í kyrnumjólk eitt samdøgur. Pussa sum vanligt.
-
Eg bindi puffar til bindifestivalin
Tað er kasta uppá, til ein puff. Eg bindi við ymiskum Tógv og tilfar fyllir nógv hjá mær í løtuni. Tað eru bert tveir og ein hálvur mánaði eftir, til Bindifestivalin í Fuglafirði. Eg havi fyrireika nakað, men enn manglar nokkso nógv at gera.
Í løtuni bindi eg ein puff úr dupultum t-shirttógvið og ein úr ymiskum ullintum restum og gomlum teppitógvi. Tað sær gott út, so eg gleði meg at fáa puffarnar lidnar. Avbjóðingin við puffunum er fylla. Eg vil so fegin fylla teir við onkrum stabilum tilfari, so til ber at sita á puffunum, uttan at teir broyta skap.
Heimagjørt tógv úr gomlum t-shirtum. Jersytoy sum skal klippast til tógv. Bindiroynd við dupultum t-shirtstógvið