Eg bindi puffar til bindifestivalin

Tað er kasta uppá, til ein puff. Eg bindi við ymiskum 

Tógv og tilfar fyllir nógv hjá mær í løtuni. Tað eru bert tveir og ein hálvur mánaði eftir, til Bindifestivalin í Fuglafirði. Eg havi fyrireika nakað, men enn manglar nokkso nógv at gera.

Í løtuni bindi eg ein puff úr dupultum t-shirttógvið og ein úr ymiskum ullintum restum og gomlum teppitógvi. Tað sær gott út, so eg gleði meg at fáa puffarnar lidnar. Avbjóðingin við puffunum er fylla. Eg vil so fegin fylla teir við onkrum stabilum tilfari, so til ber at sita á puffunum, uttan at teir broyta skap. 

Bindifestival mynd 2
Heimagjørt tógv úr gomlum t-shirtum.
Jersytoy sum skal klippast til tógv.
Bindiroynd við dupultum t-shirtstógvið
Scroll to Top