Í dag havi eg gjørt urtapottar

3. maj 2014

Eg fekk brell í góðveðrinum í gjár. Brell at fara út at planta í pottar, tí okkara urtagarður enn ikki er klárur eftir stóru umvælingina fyri nøkrum árum síðani. Tað var deiliga heitt í sólini, sum rakti á terassuna seinrapartin.

Eg eigi hópin av teblikkum, konservisdósum, karamellukassum og øðrum íløtum úr metali. Eg goymi øll íløt úr metalið, tí tey kunna brúkast til so nógv. Eg brúki tey heima og í mínum arbeiðið á Háskúlanum. Tey verða brúkt til alt møguligt. Í hesum góða veðrinum, valdi eg at brúka nøkur av blikkunum til urtapottar.

Eg breiddi ein stóran dúk út á terassuni. Dúkurin er ein gomul valplakat, úr sterkum tilfari, sum heldur í okkara veðurlagi. So hon er væl egnað at leggja undir, har eg máli. Síðani setti eg hópin av máling, penslum, blikkum og annað, sum eg kundi brúka til at gera nakrar nýggjar urtapottar við á dúkin. Eg málaði nøkur blikk og nøkur lat eg verða, sum tey eru.

Tá eg planti beinleiðis í blikkini, seti eg eitt ella fleiri hol í botnin, so vatnið kann renna frá. Onkuntíð seti eg ein pott niður í blikkini, tá skal hol ikki verða í botninum.

Tá eg seti blikk uttanfyri, seti eg tey soleiðis, at undirlagið tolir blikkini. Blikkini rusta, so vandi er fyri, at tey seta rust merkir á undirlagið. Eg velji sum oftast, at seta blikkini á undirlag sum tolir rustin, ella leggi eg okkurt undir blikkini. Tað ber til, at mála botnin og niðasta kantin við uttanduramáling, so er vandin fyri at rusturin smittar minni.

Hesir urtapottarnir halda alt summari, um teir standa uttanfyri – kanska eitt sindur longri enn tað.

Tá tú blakar blikkini burtur, skulu tey ikki í vanliga ruskílatið. Tú má sjálv koyra blikkini niðan á Endurnýtsluna, tey skulu í bingjuna við metalið.

Scroll to Top