25. mars 2014
Tá eg var barn, sóust ruskdungar nógvastaðni í náttúruni, serliga niðri í fjøruni. Tað bleiv kallað Bukkvald. Bukkubilurin heintaði húsarhaldsruskið og koyrdi tað á Bukkvald. Tá hildu vit, at um vit tveittu burturkastið á sjógv, ja so hvarv tað og kom ongantíð aftur. Tað vóru ikki bara vit í Føroyum, men um allan heimin, har sum fólk høvdu burturkast, at tað bleiv tveitt út í náttúruni
Tá vit í 1960 – 70’unum spældu í fjøruni ella á sandinum var nógv spennandi at finna har, tí nógv av tí burturkastið, sum ikki er lívrunnið, rekur uppaftur á land.
Í dag vita vit, at nógv at tí burturkastinum, sum er tveitt í náttúruna ikki forgongur, men liggur og dálkar og órógvar lívið havinum. Í Stillahavinum er eitt økið á stødd við Afrika, sum kallast plastikksuppan. Har samlast hópin av tí plastikki, sum er tveitt á sjógv. Av tí at tað ikki forgongur, knúsar streymurin plastikki, so tað er í smáum bitum, tí kallast hetta plastikksuppan.
Tá Hollendska Foekje Fleur læs um “plastikksuppuna” í stillahavinum, fór hon at hyggja at sínum egna nærumhvørvi. Hon býr nærhendis ánni Mass í Rotterdam.
Tá Foekje Fleur fór at heinta plastikdunkar, sum liggja og flóta í ánni – gekk tað upp fyri henni, hvussu langa tíð plastikk hevur um at “forganga”. Hon fann dunkar av alskyns sløgum, formum og litum. Tað mest ræðandi er, at onkur av dunkunum er frá 1960’unum. T.v.s. teir hava sløðst úti náttúruni í upp til 50 ár, og eru heilir enn.
Foekje Fleur valdi at viðmerkja plastikk dálkingina við at framleið postalínvasar í sama liti og sniðið sum dunkarnar, hon fann í ánni. Hon valdi postalín, sum eina áminning um, tað sum ikki forgongur í náttúruni.