Your cart is currently empty!
Author: Elin Lindenskov
-
Gamla troyggjan úr Tvørgøtu, skal við á Bindifestival 2024
Hesa troyggjuna fekk eg frá mammu. Hon segði, at troyggja kom úr Tvørgøtu tað vil siga úr barnaheiminum hjá pápa mínum. Eg veit ikki hvør hevur bundið hana ella hevur átt hana, heldur ikki nær hon er bundin. Hon er væl brúkt. Tað sæst. Annar albogin er hol, hin er ógvuliga tunt slitin. Rendirnar eru slitnar, hol er á aðrari, har eru eisini onnur smá hol ymsastaðni á troyggjuni. Knappanir eru tiknir úr troyggjuni, óivað tí teir eru brúktir í øðrum plaggi. Her eru 11 knapphol, so har hava verið 11 knappar í.
15 ára gamla ommudóttir okkara, vil fegin hava troyggjuna, um hon verður umvæld. Tað passa væl, tí eg skal hava eina verkstovu á Bindifestivalinum 2024, sum eg kalli “Nýggja rond, nýggjan leist ella bøt/bint eitt hol”.
Eg havi sett mær fyri, at henda troyggjan skal verða eitt av pløggunum, sum skal umvælast, sum partur av verkstovuni So tað fari eg ígongd við nú. Ætlanin er at rekja eitt petti upp av rendrunum á ermuni, so hon verður eitt sindur styttri. Erman er eitt sindur long til Lóu, sum skal hava troygguna. Eg hugsi at brúka tað upprikna tógvi, at bøta holi á alboganum við, um tógvið røkkur so langt. Stóra avbjóðingin verður at finna knappar, sum hóska til troyggjuna og ikki minst til Lóu, sum skal brúka troyggjuna.Hol á alboganum Slitin rond Hol á rondini -
Um 28 dagar byrjar okkara Camino ferð 2023
29. mai 2023
Eg kvakk við í morgun, tað eru bara 28 dagar til summarferiuna. 28 dagar til vit flúgva til Barcelona og so ferðast víðari til Saint Jean Pied de Port, har okkara caminoferð 2023 byrjar. Tað var ein fantastisk uppliving fyri 6 árum síðani, tá vit gingu somu 799 km. Tað var mín fyrsta camino, Høgni hevði tá gingi eina ferð fyrr.Ferðin skal fyrireikast, serliga ferðagóðsi. Í 2017 vigaði mín ryggsekkur 6 kg. írokna 0,75 litur av vatni, tað var eg stolt av og vildi fyri alt í verðini ikki hava meina at bera. Hesa ferð hugsi eg, at pakka soleiðis, at sekkurin við øllum í, vigar undir 6 kg, helst niður ímóti 5 kg. Tað krevur fyrireiking, og nú havi eg brádliga skund, tí eg ætlaði at verða klár í seinasta lagi 20. juni ella um 22 dagar. Eg endurnýti sjálvandi alt tað, sum eg kann, men okkurt má eg skaffa mær at nýggjum, til dømins er troyggjan frá Hallberu og topparnir frá Guðrun og Guðrun uppslitið. Ullintu undirbuksurnar eru somuleiðis uppslitnar, tí má eg skaffa mær nýtt.
Eg eri farin at leita í mínari tilfarsgoymslu, tí eg havi keypisteðg. Eg keypi ikki nýggj klæðir, uttan tað er serlig átrokandi. Eg skal fyrst brúka tað, sum eg eigi. Um eg einki eigi, sum kann brúkast, skal eg gera tað sjálv – um tað ber til. So geri eg tað úr tilfari, sum eg eigi á goymslu. Eg havi eitt stykki av tunnari merinoull, sum er sera væl egnað til undirklæðir. Eg ætli at fáa eini tvey pør av undirbuksum burturúr merinoullklæðinum. Elastik og tráð eigi eg eisini, so nú seti eg meg at seyma. Eg haldi, eg fái gjørt mær eina nýggja troyggju burturúr troyggjuni hjá Høgna, sum eisini er frá Hallberu, tí hann brúkari hana ikki.
Ryggsekkurin vigar 6 kg 2017 Ferðin 2017 byrjar í nýggjari toyggju 5 vikur seinri -
Pápasa skotska troyggja
Eg er í gongd við at rekja pápasa skotsku troyggju upp. Troyggjan hevur ligið í einum skápi uppi hjá mammu leingi. Pápi andaðist í 2018, so troyggjan hevur ligið í 5 ár ella longri. Troyggjan er úr sera góðari ull, 100 % skotskt ull. Mamma heldur, at pápi hevur keypt troyggjuna einaferð í 70 árunum, tá tey vóru bilferð í Skotlandi. Troyggja var í góðum standi. Har var einki hol ella slit á henni, men ein plettur, sum ikki fæst av, var á forstykkinum. Tí valdi eg at rekja troyggjuna upp og brúka tógvið til at binda okkur nýtt burturúr.
Tá eg byrjaði at spretta seyminar á troyggjuni upp, bleiv eg bilsin, tí troyggjan er bundin í form. Tað vil siga at ermanar, forstykki og bakstykki eru bundin hvør sær, aftur og fram, so seymað saman. Hetta ger, at eg kann rekja upp og fáa heil noður burturúr.
Eg havi ikki avgjørt, hvat eg skal binda búrturúr tónum, men tað verður heilt vís okkurt plagg, tí her er nokkso nógv tógv, at binda burturúr. Møguliga fari eg at blanda tógvið við annað góðskugott tógv, sum eg eisini havi rikið upp.
Pápasa skotska troyggja Skotska troyggja verður upprikin Vakrir litir, uppriknir úr forstykkinum á troyggjuni -
Ellubitar og upprikið
Beint eftir árskifti bleiv eg spurd, um eg kundi undirvísa á einari ella tveimum verkstovum á Bindifestivalinum 2023. Tann eina verkstovan skuldi verða at tøva ull um sápu. Eg kundi sjálv velja evni til tað hina.
Tað fall púra natúrligt at velja Ellubitar og upprikið sum evni á seinru verkstovuni. Eg hevði tá sett mær fyri, at í 2023 skuldi verða mítt keypisteðg-ár. Mín keypisteðgur snýr seg um klæðir og tilfar. Eg skal ikki keypa nýggj klæðir ella tilfar at gera klæðir burturúr í eitt ár. Eg havi stóra goymslu av ymiskum tilfari, so tað ber saktans til, at gera nýggj klæðir, um eg havi tørv á tí. Eg hevði og havi nakrar ullintar troyggjur liggjandi, sum eru slitnar og treingja til ábøtur og onkur er so illa farin, at eg valdi at rekja upp, heldur enn at bøta.
Onkrar av troyggjunum havi eg goymt, tí eg havi ætla mær at brúkt tað ullinta toyi at seyma burturúr, men eri bara ikki komin so langt enn. Nú fekk eg hugskotið, heldur at rekja troyggjurnar upp og brúka upprikna tógvið saman við mín tógvrestum til okkurt nýtt plagg. Beint nú bindi eg eina blusu burturúr nøkrum av mínum hvítu og gráu restum saman við einum tunnum tráði úr abbasa troyggju. Abbi doyði í 1985, so troyggjan er eldri enn tað. Hon er ógvuliga holut, men eg fái nokk so nógvar endar búrturúr henni hóast tað.Ellubitar og upprikið er verkstova Nr 1.02 hon verður hósdagin 20. apríl kl. 14.00 – 17.00. Les meir um festivalin her
Abbasa troyggja. Onnur erman er upprikin Omma hevur stoppað alboðan Troyggjan er framleidd í Danmark Vegleiðing í merkinum -
Eg eri farin við rákinum
4. mars 2019
Bindiroynbdir Eg eri farin við rákinum. Eg ætli mær at brúka tað, sum eg eigi, áðrenn eg keypi nýtt tógv.
Eg eigi nógv tógv. Og nógv ymisk sløg. Tað mesta er ull og bummull. Okkurt er silki, lín og blandingar av fleiri sløgum. Eg eigi næstan einki tógv í acryl, polyester, polamid, nylon ella øðrum plastiktógvi. Tí mær dámar ikki at binda við plastiktógvið, hóast eg væl veit, at tað í summum førum styrkir tráin, um eitt sindur av nylonl er í – eitt nú í sokkatógvið. Tað ringasta við plastiktógvið og klæðum gjørd úr hesum tóvgvið er, at tá vit vaska tað, útloysir tað mikroplast, sum fer við frárenslinum út á sjógv. Tí havi eg valt at brúka minst møguligt av tógvið, sum er framleitt úr olju ella platiktilfari.
Eg havi rudda og skilt tógvið, so nú er lættari at fara í gongd. Tað mesta tógvið er ullint frá teimum føroysku tógvmerkjunum. Eg havi eitt-, tvey- og trýtráða, í ymsum litum. So eigi eg nokk so nógv bummullstógv.Endamálið við ruddingini hesaferð var, at kanna hvussu nógv tógv, eg eigi, og hvat slag tað er. Eg hugnaði mær í tilgongdini, hvørt noða hevur sína søgu. Okkurt er rest av onkrum gomlum plaggi. Okkurt, sum var ætla til ávíst endamál, men ongantíð bleiv tit tað. Okkurt minnist eg nær, og hvar eg keypti tað, og hvør avgreiddi meg í handlinum. Eg minnist eisini onkra samrøðu ella hvørjum eg møtti í handlinum, tá eg keypti tógvið.
Í tilgongdini koma nógvir taknar fram, um alt møguligt. Og so øll hugskotini sum floymdu inn yvir meg, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg neyt løtuna. Hesaferð gjørdi eg mær eina ætlan, um hvat tógvið skal brúkast til. Ikki alt, men nógv av tí.Eg byrjaði beinanvegin, at binda úr tí ullinta, sum eg havi mest av. Tað skal bindast til eitt teppi úr fýrakantum í ymiskum litum. Eg valdi at binda á stokkum nr. 6 og við trý tráðaðum tógvið. Eg valdi trýtráðað, tí tað er skjótt at binda – og so fái eg brúkt næsta alt tað ullinta tógvið. Eg bindi við fleiri tráðum í senn, fyri at fáa alt í somu tjúgd. Eg blandi eisini litirnar saman.
Bummullstógvið ætli eg at binda ella hekla lappar, handklæði, vatttottar og møguliga okkurt annað úr.
Ein onnur ætlan er, at brúka tógv úr tógvgoymslumi til nakrar lampuskermar, sum hava ligið leingi og bíða eftir mær. Eg havi hugsað nógv um, hvussu og hvat eg skal binda uppá skermarnar. Ella um eg skal gera okkurt heilt annað við teir.
So sá eg ein so flottan lampuskerm, sum Karin starvsfelagið mín, hevði gjørt úr ymiskum tógvrestum. Eg tók hugskotið til mín, men visti ikki rættuliga, um eg átti tógv í røttum litum. Nú havi eg valt tógvið til skermanar. Tógvið er av ymiskum slagi og í ymsum litum. Tað góða við at brúka tógvið til lampuskermar er, at eg kann brúka alt slag av tógvið, tí skermanir verða ikki vaskaðir. Tað vil siga, tað fer einki mikroplast á sjógv við vaskingini.
Eg havi nógvar aðrar ætlanir, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg havi tógv til minst eitt ársbrúk, so tað ræður um ikki at freistast, tá eg renni meg í spennandi tógv.
Góða eyðnu við bindifestivalinum 2019
Elin Lindenskov -
Nú er eg stylist
13. desember 2014
UHU nú kann eg skriva stylist á mítt CV. Eg havi verið til prótøku í dag – og eg haldi, tað gekk sera væl. Nú fari eg oman í Kaffihúsið við manninum og góðum vinfólkum 🙂
-
Eg eri farin við rákinum
Eg eri farin við rákinum. Eg ætli mær at brúka tað, sum eg eigi, áðrenn eg keypi nýtt tógv.
Eg eigi nógv tógv. Og nógv ymisk sløg. Tað mesta er ull og bummull. Okkurt er silki, lín og blandingar av fleiri sløgum. Eg eigi næstan einki tógv í acryl, polyester, polamid, nylon ella øðrum plastiktógvi. Tí mær dámar ikki at binda við plastiktógvið, hóast eg væl veit, at tað í summum førum styrkir tráin, um eitt sindur av nylonl er í – eitt nú í sokkatógvið. Tað ringasta við plastiktógvið og klæðum gjørd úr hesum tóvgvið er, at tá vit vaska tað, útloysir tað mikroplast, sum fer við frárenslinum út á sjógv. Tí havi eg valt at brúka minst møguligt av tógvið, sum er framleitt úr olju ella platiktilfari.
Eg havi rudda og skilt tógvið, so nú er lættari at fara í gongd. Tað mesta tógvið er ullint frá teimum føroysku tógvmerkjunum. Eg havi eitt-, tvey- og trýtráða, í ymsum litum. So eigi eg nokk so nógv bummullstógv.Endamálið við ruddingini hesaferð var, at kanna hvussu nógv tógv, eg eigi, og hvat slag tað er. Eg hugnaði mær í tilgongdini, hvørt noða hevur sína søgu. Okkurt er rest av onkrum gomlum plaggi. Okkurt, sum var ætla til ávíst endamál, men ongantíð bleiv tit tað. Okkurt minnist eg nær, og hvar eg keypti tað, og hvør avgreiddi meg í handlinum. Eg minnist eisini onkra samrøðu ella hvørjum eg møtti í handlinum, tá eg keypti tógvið.
Í tilgongdini koma nógvir taknar fram, um alt møguligt. Og so øll hugskotini sum floymdu inn yvir meg, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg neyt løtuna. Hesaferð gjørdi eg mær eina ætlan, um hvat tógvið skal brúkast til. Ikki alt, men nógv av tí.Eg byrjaði beinanvegin, at binda úr tí ullinta, sum eg havi mest av. Tað skal bindast til eitt teppi úr fýrakantum í ymiskum litum. Eg valdi at binda á stokkum nr. 6 og við trý tráðaðum tógvið. Eg valdi trýtráðað, tí tað er skjótt at binda – og so fái eg brúkt næsta alt tað ullinta tógvið. Eg bindi við fleiri tráðum í senn, fyri at fáa alt í somu tjúgd. Eg blandi eisini litirnar saman.
Bummullstógvið ætli eg at binda ella hekla lappar, handklæði, vatttottar og møguliga okkurt annað úr.
Ein onnur ætlan er, at brúka tógv úr tógvgoymslumi til nakrar lampuskermar, sum hava ligið leingi og bíða eftir mær. Eg havi hugsað nógv um, hvussu og hvat eg skal binda uppá skermarnar. Ella um eg skal gera okkurt heilt annað við teir.
So sá eg ein so flottan lampuskerm, sum Karin starvsfelagið mín, hevði gjørt úr ymiskum tógvrestum. Eg tók hugskotið til mín, men visti ikki rættuliga, um eg átti tógv í røttum litum. Nú havi eg valt tógvið til skermanar. Tógvið er av ymiskum slagi og í ymsum litum. Tað góða við at brúka tógvið til lampuskermar er, at eg kann brúka alt slag av tógvið, tí skermanir verða ikki vaskaðir. Tað vil siga, tað fer einki mikroplast á sjógv við vaskingini.
Eg havi nógvar aðrar ætlanir, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg havi tógv til minst eitt ársbrúk, so tað ræður um ikki at freistast, tá eg renni meg í spennandi tógv.
Góða eyðnu við bindifestivalinum 2019
Elin Lindenskov -
Fyrireiking til bindifestivalin
11. januar 2016
Bindiroynd, bundin úr gomlum seingjarklæðum Eg havi játtað, at undirvísa á tveimum verkstovurm og halda ein fyrilestur á Bindifestivalinum, sum verður í Fuglafirði 14., 15. og 16. apríl 2016.
Eg havi valt at kalla ta einu verkstovuna, sum eg í løtuni fyrireiki: Bind ein lampuskerm ella eitt upphang til urtapottin úr gomlum t-shirtum.
Hina verkstovurna kalli eg Bind okkurt at sita á við stórum stokkum.
Bundin stokkaíløt Bindiroyndir, t-shirt tógvið og stórir stokkar -
Reinsa inniluftina við urtappottum
Álaplanta og Aloe Vera Húsini eru blivin so tøtt, at vit mugu lufta út, oftari enn neyðugt var, áðrenn vit bygdu um og bjálvaðu av nýggjum.
Nógvastaðni hava vit vánaligt inniklima, vit gerast ovurviðkvom, fáa høvuðpínu ella gerast sjúk, tí inniklimaði er so vánaligt. Ein av orsøkunum til vánaliga inniklimaði kann verða av skaðiligu evnini, sum verða sent út í luftina gjøgnum byggitilfari, møblar, plastikk, lím, lakk o.a. Kanningar frá m.a. NASA vísa at plantur hava serliga góða ávirkan á inniklimaði. Tær beinleiðis reinsa luftina fyri skaðiligu evnini. Og tað krevur ikki tað heilt stóra, at reinsa inniluftina. Tí sambært NASA kann ein planta av slagnum Chlorophytum, Ficus benjamina ella Epiperemnum uppá bert hálvan annan tíma, reinsa formaldehyd í einum rúmi á 50 rúmmetrum, so tað heldur seg innanfyri tað mest loyvdu nøgdina.
Eg fann ein plantulista við dokumenterðaum luftreinsandi evnum í. Eg kenni ikki øll nøvnini á føroyskum, tí havi eg skriva tað latínska navnið fremst, tey sum eg kenni standa eisini á føroyskum.
- Aloe vera – Lækna-aloe
- Chlorophytum elatum – Álaplanta
- Draceana deremensis
- Epipremnum aureum
- Ficus benjamina – Stovubrik
- Phalaenopsis – Orkidé – Børkubóndi
- Sansevieria trifasciata
- Schefflera arboricola
- Spathiphyllum – Friðarlilja
- Syngonium podophyllum
Um tú ætlar tær at keypa nýggjar urtapottar, keyp teir, sum eru merktir Air Cleener.
-
Sniðgev og bind egnan lampuskerm
18.oktober 2014
Lampuskermanir hanga í Norðurlandahúsinum restina av árinum. Seinasta vikuskifti var eg á eini spennandi bindiðverkstovu í Norðurlandahúsinum. Undirvísarar á veðurstovuni vóru sniðgevarnir Lone Stidsen og Hans Christian Madsen, sum bæði eru útbúgvin tekstilsniðgevar við binding sum sergrein. Lone granskar og hevur eina Ph.d. í ljóssniðgeving, Hans Christian er bindisniðgevi hjá mótafyritøkuni Burberry.
Sum íblásturin til at binda okkara egnu lampuskermar, vóru tveir áhugaverdir fyrilestrar. Lone tosaði um, hvussu vit brúka ljós í ymiskum samanhangum, meðan Hans Christian tosaði um fyritøkuna Burberry, sum hevur eina søgu heilt aftur til 1856.
Tá vit byrjaðu, fingu vit lampustell í trimum ymiskum støddum, sum vit so skuldu sniðgeva og binda til, hekla ella brúka aðrar teknikkir. Tilfarið og stokkar høvdu vit við heimanífrá. Tað var ein spennandi tilgongd, tí vit eru so ymisk og hava hvør sína tilgongd til tilfarið. Flestu okkara bundu skermarnar, onkur heklaði ella nevaði um lampustelli. Tilfarið var somuleiðis ymiskt mest ull ella annað vanligt tógv í ymiskum litum og tjúktum. Ein skermur var bundin við filminum úr einum videobandið, ein við basti og onkur royndi seg við plastikki. Alt er loyvt, tó er umráðandi at hugsa um, hvørja ljósperu tú brúkar, tað besta er at brúka eina kalda peru t.v.s. spariperu, LED ella veika gløðiperu. Um tú brúkar sterkar gløðiperu, kann hon gerast ov heit og eldur koma í skermin.
Eg havi bundi um teir tríggjar skermarnar, sum vit fingu á veðurstovuni, umfram at eg brúkt eitt gamalt stell, sum eg hevði liggjandi heima.
Um tú hevur hug at binda ein lampuskerm, so kann tú brúka eitt gamalt stell. Kanna støddina á holinum til fatningin, áðrenn tú fert í gongd. Mítt gamla stell er til ein gamlan fatning, sum er minni enn teir, vit fáa í dag. Eg havi goymt fleiri gamlar fatningar, so eg brúkti ein av teimum og setti nýggjan leidning í.
UM tú hevur hug at binda ein lampuskerm, so spæl eitt sindur við stokkunum, hekklinálum og tógvi. Alt ber til, so tað ræður um at brúka hugflogið. Eg kastaði uppá og royndi meg fram, til eg var nøgd við úrslitið. Tað ber altíð til at rekja uppaftur, um tú ikki er nøgd. Eg havi bæði seyma og hekla skermin fasta um endarnar. Eg má viðganga, at tað er nógv skjótari at seyma enn at hekla.