Author: Elin Lindenskov

  • Mín uppskrift uppá hyllublómusaft

    Mín uppskrift uppá hyllublómusaft

    8. septembur 20

    Vit hava tveir hyllurunnar (hyld á donskum) í urtagarðinum, tann eldri er setur niður fyri eini 10 – 12 árum síðani. Eg var so spent, vónaði at hyllurunnarnir fóru at blóma beinanvegin ella fáa ár eftir, at eg hevði sett teir niður. Men tað skuldi ganga lang tíð. So endiliga blómaði tann eini í fjør, men í ár síggi eg ongar blómur og hin hevur ongantíð blóma enn. Tí er tað gott, at ein stórur gamal hyllurunnur stendur í urtagarðinum hjá mínum foreldrum. Mamma fekk ein avleggara úr urtagarðinum hjá ommu og abba í Fuglafirði, fyri nógvum árum síðani. Mammusa hyllurunnur blómar nú. Eg havi heintað umleið 20 blómuskjól av honum. Tað eru hesar blómur, eg havi brúkt í mínari uppskrift.

    Hyllublómusaftin august 2014

    Eg havi brúkt

    Umleið 20 blómuskjól

    2. vistfrøðiligar sitrónir

    ½ kg. vistfrøðiligt rørsukur

    20 g. sitrónsýra

    1 l. vatn

    Fløskur við proppi

    Atamon at skola fløskurnar í

    Eg goymi fløskur við proppum, sum kunna brúkast umaftur. Onkuntíð keypi eg fløskur, um eg renni meg í onkra, sum eg haldi, er vælegnað at goym saft í.

    Soleiðis ger tú: Klipp stelkin av blómunum og skola blómuskjólini væl í køldum vatni. Sker sitrónirnar í tunnar skivur. Legg blómuskjólini í eitt ílat saman við sukri, sitrónsýru og sitrónskivurnar. Stoyt 1 litur av kókandi vatni omaná. Tá lakin er kólnaður, skal tú seta hann í kuldaskápi. Lat standa í 3 – 4 dagar. Rør í lakanum av og á. Skola fløskurnar í kókandi vatni við eitt sindur av atamoni í. Síla vætuna gjøgnum eitt klæði og stoyt í fløskurnar.

    Saftin er konsentrerað, tí skal hon tynnast við vatnið 1 part saft til 4-6 partar vatn. Drekk saftina kalda ella ger te av henni. Hyllublómute smakka væl, um tú stoytur nakrar dropar reina hyllublómusaft í ein kopp við kókaðum vatnið saman við tveimum skivum av appilsin.

    Saftin kann frystast.

  • Sjósvimjing er vælverða fyri kropp og sál

    11. juli 2014

    11.11.11 kl 11.11 11 fók á Gomlu Rætt

    Tað eru longu fimm ár síðani, eg byrjaði at svimja á sjónum saman við nøkrum av mínum floksfelagum úr Kommunuskúlanum. Eg fekk brell, tá eg læst um vestmannakonur, sum tá høvdu svomið á sjónum eina tíð. Eg vildi eisini royna hetta. Tá visti eg ikki, at tað er so fantastiskt og lekkurt at svimja ella bara líka dyppað seg í kalda sjógvin.

    Eg eri blivin bundin av sjónum, má á sjógv, helst eina ferð um dagin alt árið – sjálvandi um tað ber til. Um vetrarnar kann tað verða vandamikið at loypa á sjógv, um aldan er ov stór ella tað brýtur illa.

    Hinvegin so er tað barasta so lekkurt á sjónum um veturin, tí tá kann sjógvurin verða heitari enn luftin. Summarhálvuna eru vit nakrar sum svimja áðrenn arbeiðstíð.

    Morgunløturnar á sjónum eru fantastiskar, næstan óansæð veðrið, tað allarbesta er aftaná – at koma upp úr sjónum um morgunin er sum at gerast eitt nýtt menniskja.

    Umframt vælveruna við at svimja á sjónum, njóta vit tað sosialu samverðurna, sum ríkar okkum allar. Tí er okkara sjósvimjing vælvera fyri kropp og sál.

    Fólk svimja á sjónum um alt landið. Um tú ætlar tær at royna tað, er gott at seta teg í samband við onnur sum svimja á sjónum, fyri at tryggja tær, at tú bert teg rætt at. Tað er týdningarmikið, at tú altíð hevur onkran við tær, tá tú fert at svimja.

    Tað eru fleiri svimjibólkar á Facebook, tú kann kanna, um onkur er í tínum øki. Eg kenni ikki allar bólkarnar, men her eru nakrir:

    Havsvimjifelagið 365 í Hoyvík, Sjósvimjarar í Sørvági, Sjósvimjarar á Brúnni í Vestmanna, Dyppararnir í Syðrugøtu

    Reglugerð fyri havsvimjing 

    Far ongantíð einsamøll at svimja.

    Árenn farið verður útí: kanna um telefonsamband er til Føroya  Tele  & Vodafone.

    Áðrenn tú fert útí: Tú skalt fylgjast við onkrum og avtala hvørji tekin skulu nýtast í neyðstøðu.

    Fylgið gjørdum avtalum.

    Svimjararnir telja javnan, um øll eru við.

    Tann / tey, sum eru á landi: Gerið av tykkara millum, hvør ger hvat um neyðstøða verður. Havið eyguni við, og teljið javnan svimjararnar.

    Neyðstøða:

    Ring 112.

    Sig hvar tú ert, og at brúk er fyri kavara og sjúkrabili.

    Upplýs hvar viðkomandi seinast var sæddur.

    Nólsoy
    Háskúlafólk í Sandagerði
    Sandagerði

    við Áir
  • Í dag havi eg gjørt urtapottar

    Í dag havi eg gjørt urtapottar

    3. maj 2014

    Eg fekk brell í góðveðrinum í gjár. Brell at fara út at planta í pottar, tí okkara urtagarður enn ikki er klárur eftir stóru umvælingina fyri nøkrum árum síðani. Tað var deiliga heitt í sólini, sum rakti á terassuna seinrapartin.

    Eg eigi hópin av teblikkum, konservisdósum, karamellukassum og øðrum íløtum úr metali. Eg goymi øll íløt úr metalið, tí tey kunna brúkast til so nógv. Eg brúki tey heima og í mínum arbeiðið á Háskúlanum. Tey verða brúkt til alt møguligt. Í hesum góða veðrinum, valdi eg at brúka nøkur av blikkunum til urtapottar.

    Eg breiddi ein stóran dúk út á terassuni. Dúkurin er ein gomul valplakat, úr sterkum tilfari, sum heldur í okkara veðurlagi. So hon er væl egnað at leggja undir, har eg máli. Síðani setti eg hópin av máling, penslum, blikkum og annað, sum eg kundi brúka til at gera nakrar nýggjar urtapottar við á dúkin. Eg málaði nøkur blikk og nøkur lat eg verða, sum tey eru.

    Tá eg planti beinleiðis í blikkini, seti eg eitt ella fleiri hol í botnin, so vatnið kann renna frá. Onkuntíð seti eg ein pott niður í blikkini, tá skal hol ikki verða í botninum.

    Tá eg seti blikk uttanfyri, seti eg tey soleiðis, at undirlagið tolir blikkini. Blikkini rusta, so vandi er fyri, at tey seta rust merkir á undirlagið. Eg velji sum oftast, at seta blikkini á undirlag sum tolir rustin, ella leggi eg okkurt undir blikkini. Tað ber til, at mála botnin og niðasta kantin við uttanduramáling, so er vandin fyri at rusturin smittar minni.

    Hesir urtapottarnir halda alt summari, um teir standa uttanfyri – kanska eitt sindur longri enn tað.

    Tá tú blakar blikkini burtur, skulu tey ikki í vanliga ruskílatið. Tú má sjálv koyra blikkini niðan á Endurnýtsluna, tey skulu í bingjuna við metalið.

  • Hállendsk viðmerking til bukkvald í postalíni

    25. mars 2014

    Tá eg var barn, sóust ruskdungar nógvastaðni í náttúruni, serliga niðri í fjøruni. Tað bleiv kallað Bukkvald. Bukkubilurin heintaði húsarhaldsruskið og koyrdi tað á Bukkvald. Tá hildu vit, at um vit tveittu burturkastið á sjógv, ja so hvarv tað og kom ongantíð aftur. Tað vóru ikki bara vit í Føroyum, men um allan heimin, har sum fólk høvdu burturkast, at tað bleiv tveitt út í náttúruni

    Tá vit í 1960 – 70’unum spældu í fjøruni ella á sandinum var nógv spennandi at finna har, tí nógv av tí burturkastið, sum ikki er lívrunnið, rekur uppaftur á land.

    Í dag vita vit, at nógv at tí burturkastinum, sum er tveitt í náttúruna ikki forgongur, men liggur og dálkar og órógvar lívið havinum. Í Stillahavinum er eitt økið á stødd við Afrika, sum kallast plastikksuppan. Har samlast hópin av tí plastikki, sum er tveitt á sjógv. Av tí at tað ikki forgongur, knúsar streymurin plastikki, so tað er í smáum bitum, tí kallast hetta plastikksuppan.

    Tá Hollendska Foekje Fleur læs um “plastikksuppuna” í stillahavinum, fór hon at hyggja at sínum egna nærumhvørvi. Hon býr nærhendis ánni Mass í Rotterdam.

    Tá Foekje Fleur fór at heinta plastikdunkar, sum liggja og flóta í ánni – gekk tað upp fyri henni, hvussu langa tíð plastikk hevur um at “forganga”. Hon fann dunkar av alskyns sløgum, formum og litum. Tað mest ræðandi er, at onkur av dunkunum er frá 1960’unum. T.v.s. teir hava sløðst úti náttúruni í upp til 50 ár, og eru heilir enn.

    Foekje Fleur valdi at viðmerkja plastikk dálkingina við at framleið postalínvasar í sama liti og sniðið sum dunkarnar, hon fann í ánni. Hon valdi postalín, sum eina áminning um, tað sum ikki forgongur í náttúruni.

    Dunkar sum Foekje Fleur hevur funni í ánni
    Hesar fann eg í Sandagerði í morgun
    eg ynski mær onkran av hesum vasunum 🙂

  • Nýggjur skenkur úr gomlum køksskápi

    Nýggjur skenkur úr gomlum køksskápi

    29. oktober 2014

    Fía og Steingrímur (dóttir og versonur okkara) hava gjørt eitt gamalt køksskáp um til ein flottan skenk, sum tey hava í stovuni. Køksskápi, sum er snikkaragjørt, hevur Steingrímur arvað frá systur síni, sum ikki brúkti tað meira.

    Tey havi tikið skokkulin undan køksskápinum og í staðin sett 6 gomul sofabein á. Beinini hava tey saga til, so øll hava somu hædd. Alt er málað hvítt. Og plastikk knøttarnir eru skiftir út við hondgjørdar leirknøttar, sum Lív Højsted Horsdal hevur gjørt.

    Leirknøttur frá Lív Højsted Horsdal
  • Leðurtaska til iPhone

    26. januar 2014

    Leðurtaska ti iPhone

    Eg eri so heppin, at eg havi eitt spennandi arbeiðið við nógvum ymiskum uppgávum, hóast næstan allar uppgávurnar onkursvegna eru undirvísing. Eg eri lærari á Føroya Fólkaháskúla.

    Leygardagin var mín uppgáva at undirvísa umleið 10 vaksnum fólkum í tveir klokkutímar, sum svara til næstan 3 skúlatímar. Evnið var kreativur verkstaður. Eg visti ikki frammanundan hvørjar næmingar, eg fekk, men eg visti, at hetta vóru vaksin fólk.

    Tá eg setti meg at fyrireika meg, mátti eg royna at finna okkurt at gera, sum ber til at gera uppá tveir klokkutímar. Tað endaði við, at eg fann hópin av gomlum leðri. Alt fyrr brúkt leður sjálvandi. Eg fann mjólkarpakkar frá Endurnýtsluni á Hjalla og gummislangur frá súkkluhandlinum UNO fram.

    Eitt av modellunum, sum eg gjørdi, var ein leðurtaska til eina iPhone. Hendan leðurtaskan bleiv eitt hit.

    Eg hevði seymað nakrar taskur við og uttan lumma og við ymiskum mátum at festa hálsband á. Ein næmingur kom við hugskotinum at festa ein langan tráð í miðjuna á taskuni ovast, til at hála telefonina upp við. Genialt má eg siga.

  • Jólatrø úr gomlum bókum og bløðum

    Jólatrø úr gomlum bókum og bløðum

    sunnudagur 15. desember 2013

    Meðan stormur og snarljós buldraðu uttanfyri seinnapartin í gjár, setti eg meg at falda eitt jólatræ úr eini gamlari bók. Eg leitaði ein dagin eftir DIY (do it yourself) jólahugskotum, og fann eitt youtube filmsbrot.

    Eg havi brúkt eina gamla bók, sum eg havi goymt til tað sama. Eg kundi eisini keypt onkra bók frá Reyðakrossi fyri 5 kr. ella brúkt okkurt blað, t.d. onkra gamla Kvinnu, men eg fái meg ikki til at brúka mínar gomlu Kvinnur.

    Eg havi málað træið við grønari máling, sum eg havi tynt við vatni. Eg havi prýtt træið við silvurlittum hjørtum og stjørnum, sum eg havi stansað út. Silvurpappírið er av eini gávueskju

  • 11.12.13. kl. 14:15

    11.12.13. kl. 14:15

    11.12.13.14.15

    Tað var ein fantastisk løta í Sandagerði í dag 11.12.13  kl. 14.15. Tað fløddi, tað regnaði beint niður eftir og luftin var púra still. Ongantíð áður hava 2 minuttir gingið so seint, sum tá vit 18 kvinnur stóðu hond í hond og bíðaðu til kl. bleiv 14.15, tá vit allar leiddust út á sjógv og løgdu okkum at svimja nøkur tøk 🙂

    Á sandinum stóð Lisbeth Gotved og tók flottar myndir.

    sjósvimjarar
  • Soleiðis kanst tú pussa messing

    Soleiðis kanst tú pussa messing

    5. desember 2013

    Eg eigi eina rúgvu av messing stakum í øllum møguligum formum, sum eg havi keypt í ymiskum endurnýtsluhandlum og á loppumarknaðum. Nakrir av stakunum er so jólaligir, at eg goymi teir millum jólaprýðið. Í kvøld havi eg pussa tríggjar av teimum jólaligu stakunum og sett hvít kertuljós í. Ljósini eru svanamerkt 100 % stearin.

    Eg tími so illa at pussa, tí standa stakarnir og onnur metalting sjáldan frammi. Seinastu dagarnar havi eg leita ymsastaðni á netinum, eftir alternativum pussiháttum. Eg fann hópin av góðum ráðum og hugskotum til at pussa messing, kopar og silvur. Her eru nøkur av ráðunum. Eg havi pussað hesar tríggjar stakarnar við tí fyrstu uppskriftini.

    Uppskrift 1.

    Tú skal brúka: Sitrónsýru og sitónuppvaskievni

    Upploys eina súpuskeið av sitrónsýru og eitt sindur av sitrónuppvaski í kókandi vatni. Legg stakan í vatnið. Lat liggja í 5 minuttir .Skola og turka av.

    Uppskrift 2.

    Tú skalt brúka: Sitrónsýru og uppvaskievni

    Fyll eitt fat við heitum vatni, upploys sitrónsýruna í vatninum. Legg messing stakan í vatnið, lat liggja í 15 minuttir. Skola stakan í vatni við uppvaskievni í og turka hann av.

    Uppskrift 3.

    Ger eina blanding soleiðis

    1 Kop av vatni

    1 kopp av ediki

    1 kopp av hveitimjøli

    2 teskeiðir av sitrónsýru

    2 teskeiðir av salti  

    Smyr blandingina á stakan og skolavið lunkaðum vatni. Turka av við bleytum klúti.

    Blanda 6 dl edik og 1 spísiskeið av salti, pussa við blandingini. Vaska við salmiak blandað 1 til 6. turka við bleytum klúti.

    Uppskrift 4

    Smyr stakan inn í tannkrem, skola við lunkaðu vatni og pussa við bleytum turrum klúti. Hetta kann eisini brúkast til silvur og kopar.

    Uppskrift 5

    Smyr stakan í reint yogurt, lat standa nakrar minuttir og pussa.

    Uppskrift 6

    Legg stakan á blot í kyrnumjólk eitt samdøgur. Pussa sum vanligt.

  • Ein mánaði til jólaaft

    Ein mánaði til jólaaft

    24. november 2012

    Um ein mánað er jólaaftan .Eg havi funnið ymisk jólatrø til íblástur. Eg gleði meg til jólahugnan saman við barnabørnunum, tá vit fara at gera jólagávur og pynt saman. Kanska tú eisini fær íblástur av hesum jólatrøunum.