Femifagnaður 6. mars 2024

Hugleiðing áðrenn filmurin Smoke Sauna Sisterhood, á Femifestivalinum 2024

Eg eri í hitarúminum í gamla svimjihylinum í Gundadali. Eg eri eini 4 – 5 ára gomul. Tað var kenslan, tá eg læs spurningin frá Solveig, um eg kundi innleiða her í kvøld. Eg siti á myrka træbonkinum beint yvirav ovninum. Ovnurin er vardur við trærimum rundan um. Rúmið er fult av kvinnum í øllum aldri. Eg eri so hugtikin av “konunum” við langum hári. Tær hava vundið handklæði um seg, omanfyri bringuna. Tær sleingja langa hárið innum trærimarnar, lena seg at vegginum við nakkanum afturá og práta ella slappa av. Tær eru mín fyrimynd í hitarúminum. Hesar við langa hárinum munnu hava verið um 14 til 16 ára gamlar. Eg minnist ikki, hvat tær tosaðu um – minnist bara góðan stemning í rúminum. 

Eg havi svomið ella dyppað á sjónum síðani á sumri í 2009. Ella tað verða 15 ár í summar, síðani eg byrjaði. Fyrstu tíðina i Hoyvík. Í byrjanini kavaði eg av molanum og svam nøkur fá tøk yvir aftur til stigan, fór upp og so umaftur, at kava og svimja innaftur. Vit mundu verða eini 15 – 20 fólk, sum svumu tá.

Fyrstu tíðina tosaðu vit nógv um upplivingina, hetta var nakað heilt serilig. Vit vóru HIGH. Tað kendist so stórt og forkunnugt, at merkja og vinna á kuldanum. Og so tann serliga hitin, sum kemur aftaná og innanifrá. Tað er fantastiskt.

Eg kom í skiftisárini nakað aftaná, at eg byrjaði. Og eg haldi, at tað gjørdi stóran mun. Tað køldi kroppin. Eg haldi, at tað minkaði um hitabylgjurnar. Tá fór eg ofta tvær ferðir um dagin.

Seinri flutti eg út í Sandágerði, tí vinkonan, sum eg fekk lokka við, dámdi betur at hava fast undir fótum, tá hon dyppaði. Har havi eg svomi nógv tey seinastu árini. 

Morgunsvimjing í Sandagerði eitur Facebookbólkurin, sum er rúmið hjá kvinnunum, sum dyppa í Sandagerði. Í løtuni 369 kvinnur, so tað ber næstan altíð til at finna eina at dyppa saman við, um tú skriva út í bólkin.

Eg hoyri til tær sum hittast og svimja kl. 6.30 gerandisdagar í summarhálvuni. Vit møtast í skiftingarrúminum, sum er millum nakrar steinar niðri við sjóvarmálan. Her merkja og njóta vit verðrið, ljósið, friðin og rørsluna. Tað er so friðsælt um morgunin, serliga áðrenn vit fara út í. Onkuntíð siga vit næstan einki, bara njóta tilverðuna, sum hon er. Ella vit viðmerkja veðrið, aldurnar, ella tað sum nú einaferð fellur okkum inn. 

Tað er ymiskt, hvussu langt og hvussu leingi, vit svimja. Summar hava tað ritualið, at tær svimja ávisa longd, aðrar fara út í og uppaftur nakrar ferðir. Onkur rennur út í, aðrar vasa spakuliga og onkur leggur seg beinanvegin. Mær dámar best, at vassa eitt sindur út og so leggja meg, svimja nøkur tøk framvið sandinum – ikki so øðiliga langt út. Tí í mínum høvdi er vandi á ferð, um eg fari ov langt út. Áðrenn eg fari upp, skal høvdið undir – tað er tað allarbest hjá mær. 

So er tað kaffiskrubbi. Tá vit hava svomið – gnýggja vit kaffigrugg um allan kroppin. Onkurntíð masera vit hvørjari aðari við kaffigrugginum. So út í aftur, at skola av aftur. Nú kennist sjógvurin kaldari, haldi eg, á ein góðan hátt. So uppá land aftur. Tað er ein góð kensla, sum eg dugi illa at lýsa, sum annað enn fullkomin vælvera. Tað prikkar í húðin, sum nú kennist bleyt og rein.

Felagsskapurin sum í løtuni telur 369 kvinnur, er nakað heilt serligt. Hóast vit ikki kennast allar, kennist tað, sum um vit kenna hvørja aðra, tá vit møtast í skiftingarrúminum niðri við sjóvarmálani. Vit hava altíð okkurt at práta um, um ikki annað so um kuldan, um kensluna at fara út í ella um veðrið. Tað eru eisini sprottin nýggj vinarbond í bólkinum. Onkrar hittast privat, onkrar hava ferðast saman, og aðrar eru blivnar góðar vinkonur.

Eitt er gerðandismorgnarnar, tá gera vit skjótt av. Men tað er altíð pláss fyri samrøðuni á veg heimaftur, ella í meðan vit skifta. Ikki tann djúpa samrøðan, men tó, okkurt orð á vegnum. 

Í vikuskiftinum er øðrvísi, tá hava vit stundir til longri prát ella samrøður. Onkuntíð hevur onkur svimjikonute ella kaffi við. Tað boða vit frá í bólkinum, tí tað krevur ein kopp og eitt sindur betur stundir. Vit eru kanska ikki so persónligar, sum eg skilji tær eru í filminum í kvøld, men okkara samrøður fara víða um.

Sjósvimjingin hevur givið mær eina nógv betri vælveru bæði kropsliga og sinnisliga. Eg njóti kalda baðið og felagsskapin. Og eftirfylgjandi eydnukenslan er fantastisk. Eg kann viðmæla øllum at royna sjósvimjingina.

Scroll to Top
Elinsa
Privatlív politikkur yvirblik

Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi.

Les um okkara privatlív politik her.