18.oktober 2014 Seinasta vikuskifti var eg á eini spennandi bindiðverkstovu í Norðurlandahúsinum. Undirvísarar á veðurstovuni vóru sniðgevarnir Lone Stidsen og Hans Christian Madsen, sum bæði eru útbúgvin tekstilsniðgevar við binding sum sergrein. Lone granskar og hevur eina Ph.d. í ljóssniðgeving, Hans Christian er bindisniðgevi  hjá mótafyritøkuni Burberry. Sum íblásturin til at binda okkara egnu lampuskermar, […]

Sniðgev og bind egnan lampuskerm Les meira »

Vit hava tveir hyllurunnar (hyld á donskum) í urtagarðinum, tann eldri er setur niður fyri eini 10 – 12 árum síðani. Eg var so spent, vónaði at hyllurunnarnir fóru at blóma beinanvegin ella fáa ár eftir, at eg hevði sett teir niður. Men tað skuldi ganga lang tíð. So endiliga blómaði tann eini í fjør, men í ár síggi eg ongar blómur og hin hevur ongantíð blóma enn. Tí er tað gott, at ein stórur gamal hyllurunnur stendur í urtagarðinum hjá mínum foreldrum. Mamma fekk ein avleggara úr urtagarðinum hjá ommu og abba í Fuglafirði, fyri nógvum árum síðani. Mammusa hyllurunnur blómar nú. Eg havi heintað umleið 20 blómuskjól av honum. Tað eru hesar blómur, eg havi brúkt í mínari uppskrift.

Mín uppskrift uppá hyllublómusaft Les meira »

11. juli 2014 Tað eru longu fimm ár síðani, eg byrjaði at svimja á sjónum saman við nøkrum av mínum floksfelagum úr Kommunuskúlanum. Eg fekk brell, tá eg læst um vestmannakonur, sum tá høvdu svomið á sjónum eina tíð. Eg vildi eisini royna hetta. Tá visti eg ikki, at tað er so fantastiskt og lekkurt

Sjósvimjing er vælverða fyri kropp og sál Les meira »

3. maj 2014 Eg fekk brell í góðveðrinum í gjár. Brell at fara út at planta í pottar, tí okkara urtagarður enn ikki er klárur eftir stóru umvælingina fyri nøkrum árum síðani. Tað var deiliga heitt í sólini, sum rakti á terassuna seinrapartin. Eg eigi hópin av teblikkum, konservisdósum, karamellukassum og øðrum íløtum úr metali.

Í dag havi eg gjørt urtapottar Les meira »

25. mars 2014 Tá eg var barn, sóust ruskdungar nógvastaðni í náttúruni, serliga niðri í fjøruni. Tað bleiv kallað Bukkvald. Bukkubilurin heintaði húsarhaldsruskið og koyrdi tað á Bukkvald. Tá hildu vit, at um vit tveittu burturkastið á sjógv, ja so hvarv tað og kom ongantíð aftur. Tað vóru ikki bara vit í Føroyum, men um

Hállendsk viðmerking til bukkvald í postalíni Les meira »

29. oktober 2014 Fía og Steingrímur (dóttir og versonur okkara) hava gjørt eitt gamalt køksskáp um til ein flottan skenk, sum tey hava í stovuni. Køksskápi, sum er snikkaragjørt, hevur Steingrímur arvað frá systur síni, sum ikki brúkti tað meira. Tey havi tikið skokkulin undan køksskápinum og í staðin sett 6 gomul sofabein á. Beinini

Nýggjur skenkur úr gomlum køksskápi Les meira »

26. januar 2014 Eg eri so heppin, at eg havi eitt spennandi arbeiðið við nógvum ymiskum uppgávum, hóast næstan allar uppgávurnar onkursvegna eru undirvísing. Eg eri lærari á Føroya Fólkaháskúla. Leygardagin var mín uppgáva at undirvísa umleið 10 vaksnum fólkum í tveir klokkutímar, sum svara til næstan 3 skúlatímar. Evnið var kreativur verkstaður. Eg visti

Leðurtaska til iPhone Les meira »

sunnudagur 15. desember 2013 Meðan stormur og snarljós buldraðu uttanfyri seinnapartin í gjár, setti eg meg at falda eitt jólatræ úr eini gamlari bók. Eg leitaði ein dagin eftir DIY (do it yourself) jólahugskotum, og fann eitt youtube filmsbrot. Eg havi brúkt eina gamla bók, sum eg havi goymt til tað sama. Eg kundi eisini

Jólatrø úr gomlum bókum og bløðum Les meira »

11.12.13.14.15

Tað var ein fantastisk løta í Sandagerði í dag 11.12.13  kl. 14.15. Tað fløddi, tað regnaði beint niður eftir og luftin var púra still. Ongantíð áður hava 2 minuttir gingið so seint, sum tá vit 18 kvinnur stóðu hond í hond og bíðaðu til kl. bleiv 14.15, tá vit allar leiddust út á sjógv og

11.12.13. kl. 14:15 Les meira »

5. desember 2013 Eg eigi eina rúgvu av messing stakum í øllum møguligum formum, sum eg havi keypt í ymiskum endurnýtsluhandlum og á loppumarknaðum. Nakrir av stakunum er so jólaligir, at eg goymi teir millum jólaprýðið. Í kvøld havi eg pussa tríggjar av teimum jólaligu stakunum og sett hvít kertuljós í. Ljósini eru svanamerkt 100

Soleiðis kanst tú pussa messing Les meira »

Scroll to Top